Foreldragjald í 2016

Niðanfyri síggja tit foreldragjaldi fyri 2016:

 

Vøggustovupláss 2.546 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Barnagarðspláss 1.579 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli 868 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli í 3.flokki 434 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið

Frítíðarskúla á Miðstovninum 1.184 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Forskúlabørn í frítíðarskúla 1.017 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.


Systkinaavsláttur
Hevur tú fleiri børn á stovni, rinda tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggstovupláss kostar.
Dømi: Hevur tú eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði, er mánaðarligi avslátturin kr. 1.579.


Serligt fyri 3. flokk í frítíðarskúla
Fyri frítíðarskúla í 3.flokki er systkinaavslátur og frípláss ikki galdandi.

Manglandi gjald
Um eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni fer upp um 2 mánaðir, kann kommunan avgera at siga plássið upp.

 

Upp- og afturlatingartíðir

Stovnurin letur upp kl. 07:30 og hevur opið til kl. 17:00.

Í Sólareygað taka vit imóti børnum øll tíðspunkt  á degnum. Fleiri foreldur hava skiftandi arbeiðstíðir og hava tiskil ikki tørv á, at barnið kemur tíðliga á stovn hvønn morgun... og tað er fínasta slag fyri okkum :-)

Einasta vit ynskja, um barnið ikki kemur innan kl 09.30, er, at tit foreldur ringja áðrenn kl. 09.30 og fortelja okkum, um barnið hevur frí ella kemur seinni.

Klæðir

Við okkara skiftandi veðurlagi, skal barnið hvønn dag hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar við. Minnst eitt eyka sett av klæðum skal liggja í kassanum.

Navn eigur at vera í øllum klæðunum.

Foreldrini hava ábyrgd av at rudda og halda skil á klæðum/klædnarúmi hjá barninum .

Matpakkar

Vit eta frukt og grønt hvønn morgun, í tí sambandi skal hvørt barnið hava 3 fruktir við um vikuna.

Uml. kl.11:30 eta børnini matpakka, sum tey hava við heimanífrá, um ikki onnur boð verða givin. Matpakkin eigur at verða heilsugóður, og tískil er ikki ynskiligt, at børnini fáa t.d. petit danoine, kindersnitte ella annað góðgæti í matpakkan.

Navn eigur at vera á mateskjunum.
 Børnini fáa mjólk og millummála frá stovninum.

Føðingardagar

Tá barnið hevur føðingardag, hevur tað møguleika at bjóða okkurt á stovninum.

Tað er ofta føðingardagar á stovninum, tí er ynskiligt at hugsa sunt.

Vit vilja ikki hava, at barnið hevur góðgæti ella kaku við.

Føstulávint

Føstulávintsmánadag koma børnini klødd sum grýlur ella hava grýluklæðir við. Vit sláa tunnu inni í stovuni.

Oftani deila vit børnini upp í 3 bólkar... Vøggubørnini eina tunnu, , teyr 3- 4 ára gomlu eina tunnu og tey elstu eina tunnu.

ì tunnuni hava vit pop-korn til stóra gleði fyri børnini.

 

Jólahald

Haldið er vanliga tíðliga. í desembur. Foreldur og systkin eru vælkomin. Skúlabólkurin framførir sjónleik. Miðlingsarnir framføra Santa Lusia. Tey smærru syngja oftani nakrar sangir. Vit dansa jólatræ, og jólamaðurin kemur á vitjan.

Garðdagur

Hesin verður oftast hildin í aug. mánaða og harvið ein liður í at nýggj foreldur eisini  fáa heillsa uppá hvønn annan. Foreldur og systkin verða boðin . Hetta er hugnadagur.. Vit tendra okkara stóru grillir og gera eina góða salat. Familjurnar koma við tí, tey ynskja at grilla. Hetta er somuleuiðis ein dagur har vit gera ymiskar kappingar og annað undirhald og harvið er okkara fokus á hugna og stuttleika.

Foreldrafundir

Tvær ferðir um árið verður kallað inn til felagsforeldrafund, ein um várið og ein um heystið. Her verða ymisk evni tikin upp, sum hava við barna-foreldra-og stovnslívið at gera. Eisini hoyra vit um, hvat gongur fyri seg á stovuni, har júst tykkara barn gongur. Á felagsforeldrafundinum um heystið verður valt eitt foreldraráð.

Foreldrakaffi

Av og á skipa vit fyri foreldrakaffi, og tá er høvi at hitta hini foreldrini á stovuni, og eisini at tosa við starvsfólkini. Børnini halda tað eisini vera stuttligt, at foreldrini koma inn á gólvið - kanska er okkurt barnið hevur hug at vísa tykkum.

Foreldraráðið

Foreldraráðið hevur til uppgávu at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldur, stovnin og kommununa.

  • Glottin:  Hildur Steingrímsdóttir, tlf 521008, Mangla eyka umboð..
  • Strálan : Sara Petersen, tlf 280456, eyka Laila avmand, tlf 587590
  • Ljósið: vit mangla umboð, eyka Ebba Vilhelm, tlf 253570
  • Glæman: Vit mangla umboð.

Sjúka

Um barnið er sjúkt, ber okkum ikki til at ansa tí.

Vit taka heldur ikki ímóti børnum, sum hava smittandi eygnabruna, barnasár ella lús, men tá tey hava fingið sína fyrstu viðgerð, kunnu tey koma aftur.

Vit geva ikki heilivág á stovninum, undantikið astma medisin/ masku og annað líknandi, sum barnið skal taka regluliga .

Verður barnið sjúkt á stovninum, ringja vit til foreldrini.

Námsfrøðislesandi

Av og á hava vit námsfrøðislesandi í starvsvenjing. Tey koma vanliga frá Føroya Pedagogskúla í Havn ella frá skúla í Danmark. Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum og læra at samstarva og vera saman við børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum.

Frídagar

  • Páskafrí: Skírisdagur - 2. páskadag
  • Dýrabiðidag: Stongt
  • Flaggdagur: Stongt
  • Kristi himmalsferðardag: Stongt
  • Grundlógardagin: Opið til kl. 12:00
  • Jólafrí: Jólaaftan - Nýggjársdag
  • 2 ráðleggingardagar um árið