Sólareygað

Stovnurin er deildur upp í 4 lonir.
 
Sólareygað er ein stórur stovnur, við opnum rúmum. Hvør lon hevur egna inngongd, wc, stóra stovu, køk og eitt ella tvey eyka spælirúm.
Øll vindeyguni eru í barnahædd. Mitt í bygninginum er eitt stórt alrúm við inngongd frá øllum fýra lonum.
Eisini eru trý onnur stór felagsrúm út frá alrúminum. Garðurin er stórur við nógvum møguleikum. 
 
Enn eru vit ikki liðug at gera alt uttandura, men ætlanirnar eru nógvar. Stovnurin liggur so at siga mitt úti í náttúruni, við øllum teim møguleikum náttúran kann bjóða.

okkara faldari

Okkara ábyrgd er at  skapa karmar fyri menning fyri ta einstaka barnið.

 

Okkara ábyrgd er at børnini fáa ein stuttligan og góðan dag.

 

Okkara ábyrgd er at geva børnunum nógvar positivar upplivingar.

 

Okkara ábyrgd er at hjúkla um knýtt vinabond og hjálpa børnum at knýta bond.

 

Okkara ábyrgd er at foreldrini eru trygg og nøgd við teirra stovu

 

Okkara ábyrgd er at tryggja okkum eitt tætt og dygdargott foreldra samstarv

 

 

 

Dagstovnurin Sólareygað

 

 

        Sundsvegur 23, 100 Tórshavn, tlf 302430

 

À Dagstovninum Sólareygað ganga uml. 70 børn.

Her eru 4 stovur við børnum í aldrinum frá  0 til 6 ár.

 

 

Glæman, tlf 287120

Strálan, tlf 287140

Ljósið, tlf 287160

Glottin, tlf 287130

Skrivstovan 302430 og 287150

 

 

Vit hava hvørt ár eisini  ein bólk fyri tey eldru børnini. Vit kalla tey Pisu- børnini.  Har eru tey 5 til 6 ára gomlu.. tey koma úr báðum barnagarðsstovum og eru saman áleið 16 timar um vikuna..

 

Vøggustovu-børnini eru í eini stovu fyri seg, tey eru í Glæmuni og Stráluni

 

Ì Ljósinum og Glottanum eru børn í aldrinum 3 til 5 ár

 

Vit havi eitt stórt felagsrúm,har øll børnini hava møguleika at leita sær/ spæla, sum kallast: Flogið

 

Somuleiðis hava vit 3 smærri felagsrúm, Lotið, Músa- rúmið og Hugflogið, sum allar stovur brúka eftir tørvi.

 

 

Leiðari: Mirjam Johannesen, tlf 287150

 

Varaleiðari: Elsa Joensen tlf. 219519

 

 

 

 

 

 

 

SamstarvJ

 

 

 

 

 

Tilvenjing:

Fyri at barni skal fáa eina góða byrjan, hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá ið barnið byrjar á stovninum.

 

Tað er umráðandi, at tit siga farvæl, soleiðis at barnið veit at tit fara. Hetta skapar tryggleika fyri barnið. Saman finna vit ein máta, sum hóskar til tykkara at siga farvæl uppá.

 

Týdningarmikið er, at tit siga einum vaksnum á stovuni frá, tá tit koma, og tá tit fara við barninum.

 

Foreldur ella avvarðandi eru altíð vælkomin at steðga á og práta við okkum.

 

Foreldrasamstarv.

Tvær ferðir um árið verður kallað inn til felagsforeldrafund, ein um várið og ein um heystið. Her verða ymisk evni tikin upp, sum hava við barna-foreldra-og stovnslívið at gera. Eisini hoyra vit um, hvat gongur fyri seg á stovuni, har júst tykkara barn gongur. Á felagsforeldrafundinum um heystið verður valt eitt foreldraráð. Foreldraráðið hevur til uppgávu at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldur, stovnin og kommununa.

 

Árliga verður skipað fyri foreldraviðtalum. Her verða foreldrini boðin til eina persónliga viðtalu saman við starvsfólkunum frá tí stovuni, barnið gongur. Her verður tosað um, hvussu tað gongur hjá barninum sum heild. Um tørvur er á eyka viðtalum, eru foreldrini vælkomin at seta seg í samband við okkum. Sjálv loyvi vit okkum eisini at heita á foreldrini , um vit meta tørv á tí.

 

Rís og rós:

Í høvuðsinngongdini hongur ein postkassi til rís og rós. Hendan postkassa hevur foreldraráðið ábyrgd av.

 

Heimasíður
á www.solareygað.com og www.torshavn.fo  kunnu tit fáa eitt innlit í dagin hjá tykkara barnið. Okkara heimasíða verður dagførd uml. einaferð um vikuna. Undir “Okkara menningarætlan”, er ein útgreinað námsfrøðilig ætlan fyri okkara ætlaða virksemi. Har kunnu tit eisini síggja hvør arbeiðir her og fáa  kunning um ymisk tiltøk o.a.m.

 

Kostnaður:

 

Rokning verður send á einum gjaldskortið. Mælt verður til at tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu til gjaldskipanina.

 

 

Frípláss:

Umsóknarblað um frípláss fáast frá leiðaranum.

 

 

Uppsøgn:

Tá barnið gevst ár stovninum, er uppsagnarfreistin ásett til 2 mánaðir, galdandi frá 1. ella 15. í mánaðinum. Boðast skal skrivliga frá til leiðaran

 

 

Sjálvavgreiðslan á www.torshavn.fo
Á torshavn.fo ber til at avgreiða ymiskt umsoknarbløð innan barna og ungdómsøkið beinleiðis.

 

 

 

.

 

 

Upp- og afturlatingartíðir

Stovnurin er opin allar yrkadagar frá kl 07.30 til kl. 17.00.

Tá klokkan er 09.30 ganga vit út frá at øll børnini eru komin, uttan so at foreldrini hava ringt og gjørt aðrar avtalur. Tað er sostatt púra onki í vegin fyri at tit koma við barninum, júst soleiðis sum tað passar tykkum, bara tit hava ringt inn á stovuna og gjørt aðra avtalu, áðrenn 09.30.

 

Frídagar:

3 vikur um summarið  leggja vit saman. Tvs tá er bert ein  stovnunur opin. Longu í mars- apríl, fáa tit boð um at siga frá, nær barn tykkara heldur feriu og  tá fáa tit eisini at vita hvør av stovnunum verður opin tað árið.

 

 

Vit hava stongt millum jól og nýggjár. , men er tað tørvur á tí, verður ein stovnur opin í Tórshavnar kommunu millum jóla og nýggjar. Flaggdagin er eisini afturlatið, og grundlógardagin lata vit aftur kl 12:00.

Vit hava 2 ráðleggingardagar um árið og í tí sambandi er stovnurin eisini stongdur. Hesir dagar verða lýstir so hvørt, tó í seinasta lagið1 til  2 mánaðir frammanundan.

 

 

 

 

 

 

 

Um tit ynskja at bjóða stovuni heim í føðingardag, eru tit vælkomin til tess.

 

 

 

 

Okkara virðisgrundarlag

 

Tryggleiki ein fortreyt fyri trivnað og menning:

Vit leggja dent á at bæði børn og foreldur og starvsfólk,    skulu kenna seg trygg við at koma á stovnin. 

 

Móttøkan er sera týdningarmikil. Ein góð móttøka er viðvirkandi til ein góðan dag bæði fyri barnið og foreldrini.

 

Vit meta at tá  barnið kennir seg trygt saman við okkum, er ein menningarmøguleiki til staðar.

 

Vit leggja dent á eitt dagligt samskiftið við foreldrini um dagin hjá børnunum. Eisini nýta vit  dagbøkur, myndir og heimasíðu til at geva so góða kunning sum tilber.

 

Vit eru ein opin stovnur:

-har tey størru børnini hava møguleikar at knýta vinabond uppá tvørtur um stovur.

 

-har øll børnini kenna og hava álit á øllum starvsfólkunum.

 

-har dentur verður lagdur á gott samstarv millum stovurnar, soleiðis at vit kenna okkum sum eina eind.

 

Upplivingar:

Vit leggja dent á, at børnini fáa nógvar góðar upplivingar á stovninum. Tá vit hugsa um upplivingar, er tað bæði tey størru og meira skipaðu  tiltøkini. Men ikki minst tey smærru tiltøkini, so sum ein lítlan túr út um garðin, at spæla við vatn í ánni, at krógva og blunda í garðinum, at finna okkum góð spælistøð í og uttanfyri stovnin.

 

Tá vit meta at  upplivingin av at megna eitthvørt er sera týdningarmikil, leggja vit dent á at geva børnunum aldurssvarandi avbjóðingar, útfrá teirra egna støðið.

 

 

 

Leikur:
Um barnið hevur leiku við, er tað foreldranna ábyrgd

 

Blæur:
Børnini, ið gjalda vøggustovugjald, fáa blæur frá stovninum

 

Suttur:

Tey børn, sum brúka suttur, skulu sjálvi hava hesar við

 

 

Frukt:

Vit eta frukt og grønt hvønn morgun, í tí sambandi skal hvørt barnið hava 3 fruktir við um vikuna.

 

 

Matur:

Uml. kl.11:30 eta børnini matpakka, sum tey hava við heimanífrá, um ikki onnur boð verða givin. Matpakkin eigur at verða heilsugóður og tískil er ikki ynskiligt at børnini fáa t.d. petit danoine, kindersnitte ella annað góðgæti í matpakkan.

Vit miða fram ímóti at kunna siga, at her á Sólareygað fáa vit heilsugóðan millummála, og at børnini heimanífrá hava heilsugóðan matpakka við, hetta við atliti til at børnini fáa tað, tey hava tørv á fyri at mennast og trívast.

 

Navn eigur at verða á mateskjunum.

 

Børnini fáa mjólk og millummála frá stovninum

 

 

Klæði:

Við okkara skiftandi  veðurlagi í huga, skal barnið hvønn dag hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar við. Minst eitt eyka sett av klæðum skal liggja í kassanum.

 

Navn eigur at vera í øllum klæðunum.

 

Foreldrini hava ábyrgd av at rudda og halda skil á klæðum/klædnarúmi hjá barninum .

 

 

Føðingardagur:

Tá barnið hevur føðingardag, hevur tað møguleika at bjóða okkurt á stovninum.

 

Tað eru ofta føðingardagar á stovninum, tí er ynskiligt at hugsa sunt.

 

Vit vilja ikki hava, at barnið hevur góðgæti ella kaku við.

 

 

okkara mentan

Menningarstovnurin Sólareygað.

 

Mentanin her á Sólareygað.

Vit arbeiða ut frá einum  grundsjónarmiði, um  at hvørt einstakt menniskja hevur rætt til at verða sætt, hoyrt og viðurkent, fyri júst tad tað er...at hvørt menniskja skal kenna seg virðismikið og neyðugt.

Vit siga at tann vaksni á Sólareygað hevur ábyrgdina fyri at skapa eina góða relatión.  Og at vit hava, sum vaksin, ábyrgd fyri at skapa optimalar karmar, fyri at barnið upplivir jaligar og gevandi og mennandi realtionir her á Sólareygað.

Vit siga at foreldrini kenna síni børn best og harvið góð til at geva okkum ráð...um so er at okkurt ikki gongur eftir vild.

Vit siga at vit sum námsfrøðingar og hjálparfólk við námsfrøðiligum innliti hava eina breiða vitan um barnsins tørv og menning.

 

Sólareygað er ein menningarstovnur... við fokus á menning fyri børn og starvsfólk.

Vit starvsfólk trívast best í avbjóðandi umhvørvi......

 Plejer er ikki fluttur inn....og sleppur ikki at flyta inn.

Vit hava ynski og yvirskot til at gera tad, sum fyri okkum og “okkara børn” er rættast.

Vit hava ognarskap fyri okkara menningarætlan.... vit bera hesa ábyrgd av egnum vilja.

Vit halda okkara menningarætlan.. vit eftirmeta okkara menningarætlan

Vit arbeiða altíð við at finna bestu loysnina fyri øll..og ikki er tað altíð tað sama sum tann  lættasta loysnin.

Vit skapa karmar, bæði inni og úti til frama fyri optimalar lærumøguleikar fyri barnið.... fysisku karmarnar undirbyggja og styrkja okkara møguleikar til at yvirhalda okkara menningarætlan

 

Starvsfólkafundirnir eru teoretiskir....tað praktiska verður orðna á einum litlum fundi mánamorgun.