Vælkomin í Strálan

Í Stráluni ganga 13 børn.
Starvsfólkini inni hjá okkum eita Hanna, Miriann, Margreta, Junia og Malan.

Málsligur førleiki

ì marts og apríl hava vit fokus á:

Málsligum førleika

Soleiðis skilja vit tað:

Málið er ein týdningarmikil partur av okkara samskifti. Vit samskifta bæði verbalt og nonverbalt. Í málinum liggja orð, tónalag og kropsmál. Fyri at barnið skal skilja og læra, er tað av tydningi, at vit vaksnu eru týðulig yvirfyri børninum bæði í orðum og gerðum.

Málið er ein fortreyt fyri at barnið kann ferðast og virka í einum sosialum felagsskapið. Barnið brúkar málið til at seta orð á sínar kenslur, tankar og handlingar. Málið er eisini við til at skilja samanhang

test

Strálubørn Novembur - Desembur

Her eru myndir frá januar - hálvan februar. 

Vit hava spælt við kava inni. Eisini smakkaðu vit uppá hann - Mmmm ;-) 

Eisini hava vit spælt nógv við gandadeiggj. Einaferð koyrdu vit tað eisini í ovnin og málaðu tað aftaná.  

Tá kavi er úti, er tað ordiliga lekkurt at sleppa í heitt fótabað á vesinum. 

Tey stóru børnini hava eisini verið úti og skreiða í brekkuni aftanfyri. Vit fóru við fullari ferð!

Eisini hava vit hildið 1 ára føðingardag fyri Binu :-)

Til føstulávint hava vit eisni pynta stovuna við spøkilsum, kettum og kongakrúnum.

Føstulávintsmánadag slóðu vit tunnu inni í Glæmuni. Tunnuna høvdu trý av okkum og trý Glæmubørn málað dagin fyri. Rókur bleiv kattakongur ;-) 

 

 

 

 

 

 

 

Strálubørn Novembur - Desembur

Vit hava verið túr í Gula hús.

Tóki og Hans Otto spældu handilsmenn og seldu pylsur. Tað var hált á brúnni, so nøkur funnu uppá ráð - tey grulvaðu yvir um. Eisini hava vit gingið á óslættum lendi. Hans Otto, Tóki, Marta og Súsanna royndu at gera kavaeinglar í harða kavanum, men tað eydnaðist ikki soo væl ;-) 

Eisini hava vit verið í Fimi. Tað er altíð líka stuttligt!

Eisini gjørdu vit og onnur børn frá stovninum ein kavamann í sandkassanum. Hann fekk eisini eina húgvu og eina gularótanøs. 

Eisini eru myndir frá tá vit gjørdu jóladekoratiónir. Tað var SO hugnaligt! 

Vit hava verið ordiliga røsk at perla og tekna í seinastuni. Eisini hava vit gjørt nógv fitt jólapynt. 

Ein dagin var so kalt uttanfyri, at vit tóku bara kavan inn á vesið og spældu við kava har inni - Smart ha? ;-) So hava vit eisini spælt við kartoffelmel og vatn. 

So hava vit eisini verið í føðingardag hjá bæði Bergi (1ár) og Róki (2ár).

 

Strálubørn Oktober 2017

 

Ein regndag spældu vit við kartoffelmel inni á vesinum - tað var stuttligt og svansut ;-) 

Ein annan regndag fóru vit út í STÓRA hylin sum var uttanfyri. 

Eisini hava vit verið túrin oman til Petur Noll. Har sóðu vit tveir stórar flottar páfuglar og nógvar aðrar flottar og litfagrar fuglar, umframt nógv sløg av hønum og dunnum.

So hava vit eisini verið í 1 ára føðingardag hjá Tóka S. Vit fingu lekkra frukt ;-) 

Vit hava gingið í óslættum lendið, heilsa uppá seyð og gæs - onkuntíð hava vit havt breyð við eisini. 

Vit hava eisini lurta eftir ''Alright'' og hoppa trampolin inni á stovuni. Eisini fingu vit øll massagu tann dagin. 

 

 

 

 

 

Strálubørn september 2017

Í september hava vit spælt nógv úti í garðinum.

 

Eisini hava vit gingið fleiri túrar, t.d. at geva gæsnum, dunnunum og seyðnum breyð. Seyðirnir vóru so spakir, at vit sluppu at kela teir.

 

Tríggir fittir hestar hava eisini fingið breyð frá okkum.

 

Inni hava vit pynta stovuna við tekningum og málningum, sum vit hava gjørt.

 

Hava eisini spælt nógv úti á Flognum.

 

Nú er Fimi aftur á skránni. At sleppa í gula vestin, taka bussin oman og hoppa á stóru trampolinini er nakað heilt serligt!

 

Vit hava sitið í fótabað og svansa við vatn.

 

Ein dagin ótu vit agurkina, sum vit sjálvi hava plantað í Sólareygað, áðrenn summarferiuna. Mmm... hon var frísk og smakkaði væl.

 

Nú bíða vit spent til piparfruktirnar hjá okkum vaksa seg stórar.

 

Eisini er Tóki S. Byrjaður í Stráluni og honum ynskja vit vælkomnum.

 

 

Strálubørn August 2017

Hetta eru nakrar daglidagsmyndir úr Stráluni frá august 2017. Nú hava øll børnini fingið eina góða byrjan og tey stórtrívast.

Myndirnar tala fyri seg :-)

Strálubørn August 2017

Hetta eru nakrar daglidagsmyndir úr Stráluni frá august 2017. Nú hava øll børnini fingið eina góða byrjan og tey stórtrívast.

Myndirnar tala fyri seg :-)

Í Norðurlandahúsiðnum til skrímslasøgu 04/04

Ein túr í vindinum 24/3

ymsikar myndir úr Stráluni

Her eru ymiskar blandaðar myndir frá jan-feb :-)

ymsikar myndir úr Stráluni

Her eru ymiskar blandaðar myndir frá august og septembur.

Leynatúrurin :D

Her eru myndir frá okkara deiligu summarútferð í Leynum :D

tveir lekkrir várligir dagar í Stráluni :D

Ì gjár !5. mars) vóru vit okkum ein túr niðri við gulahús, har vit gingu á tí óslatta lendinum, og kastaðu steinar í ánna, og hoyrdu ymiskar fuglar, eisini sóu og hoyrdu vit tjøldur.

Ì dag (16. mars) Fóru vit øll avstað, vit gingu ein túr í grannalagnum, og hugdu eftir nýggja ringvegnum sum er í gerð. Síðani fóru vit oman til kulluna, har vit gingu á óslætta lendinum, bleyta mosanum, og sjálvandi funnu vit eisini fram til runu :D

Sept 2015

Her eru ymiskar myndir frá dagligdegnum í Stráluni :D