Vælkomin til Pisurnar
Pisurnar í ár eru 11 í tali.
Starvsfólkini eru Súsanna Eliassen og Marjun Lamain
Í okt og nov . hava vit fokus á:
Persónlig menning:
Soleiðis skilja vit tað:
Vit vilja skapa menning fyri tað einstaka barnið og tí er neyðugt við avbjóðingum, ið eru í samsvar við menningarstøðið hjá barninum. Fortreytin fyri menning er trivnaður og tí er tað umráðandi, at barnið følir seg sætt, hoyrt og skilt. Barnið er ein partur av einum stórum bólki og tí er tað umráðandi at tað dugir at seta orð á seg sjálvan, sínar gerðir og kenslur, hetta so, at barnið á bestan hátt kann virka í felagsskapinum.
Hvat vilja vit náa?
- at barnið setur orð á seg sjálvt, sigur frá egnum kenslum o.s.fr. at styrkja sterkar og veikar síður
- at barnið sær avbjóðingar fram um forðingar/hevur áræði
- at barnið verður hoyrt/sætt
- at barnið hevur sjálvsálit
- at barnið upplivir sjálvsvirðið
- at barnið kennir seg trygt at vísa kenslur
- at barnið varðveitir sítt forvitni
- at barnið gert sjálvstøðugt
sep og okt 2019
Vit gera nógv ymiskt í okkara gerandisdegi. Mikudagur er Fimi-dagur, og tá fara vit altíð til gongu - bæði oman í Fimi og niðan til Sólareygað. Ein ordans túrur, men vit hugna okkum, práta um ymiskt, telja bilar við ymiskum litum, og mangt annað.
Inni eru ofta ymisk spøl á skránni, bæði borðspøl, kortspøl, og eisini rolluspøl av ymiskum slag.