Menningarætlan

  • Okkara ábyrgd er at skapa karmar fyri menning fyri tað einstaka barnið.
  • Okkara ábyrgd er, at børnini fáa ein stuttligan og góðan dag.
  • Okkara ábyrgd er at geva børnunum nógvar positivar upplivingar.
  • Okkara ábyrgd er at hjúkla um knýtt vinabond og at hjálpa børnum at knýta bond.
  • Okkara ábyrgd er, at foreldrini eru trygg og nøgd við sína stovu
  • Okkara ábyrgd er at tryggja eitt tætt og dygdargott foreldrasamstarv 

Dagstovnurin Sólareygað lat upp í januar 2005. Vit høvdu okkara fyrsta ráðleggingardag á heystið 2005. Tá fóru vit til verka at gera eina orðing fyri stovnin.

Tá komu vit fram til hesar 3 málsetningar: (Tryggleiki ein fortreyt fyri trivnað og menning)

  1. Vit leggja dent á at bæði børn og foreldur og starvsfólk, skulu kenna seg trygg við at koma á stovnin.
  2. Móttøkan er sera týdningarmikil. Ein góð móttøka er viðvirkandi til ein góðan dag bæði fyri barnið og foreldrini. Vit meta at tá barnið er vorðið trygt við okkum, er ein menningarmøguleiki til staðar.
  3. Vit leggja dent á eitt dagligt samskiftið við foreldrini um dagligdagin hjá børnunum. Eisini nýta vit dagbøkur, myndir og heima síðu til at geva so góða kunning sum tilber.

Vit eru ein opin stovnur :

  • har tey størru børnini hava møguleikar at knýta vinarbond uppá tvørs av stovunum,
  • har øll børnini kenna og hava álit á øllum starvsfólkunum.
  • har dentur verður lagdur á gott samstarv millum stovurnar, soleiðis at vit kenna okkum sum eina eind.

Upplivingar:

Vit leggja dent á at børnini fáa nógvar góðar upplivingar.. Tá vit hugsa um upplivingar, er tað bæði tey størru og meira skipaðu tiltøkini, men ikki minst tey smærru tiltøkini, so sum ein lítlan túr út um garðin, spæla við vatn i ánni, krógva og blunda í garðinum, finna okkum góð spælistøð í og uttanfyri stovnin, sum vit javnan vildu vitja o.m.a.

Upplivingin av at megna eitthvørt, er sera týdningarmikil, tí leggja vit dent á, at geva børnunum aldurssvarandi avbjóðingar.

Hesi 3 mál hava vit verið glað fyri og haft við okkum í tí víðari arbeiðinum í at gera eina endaliga orðing fyri stovnin.

Vit hava 2 vøggustovur við uml 13 børnum í aldrinum 0 til 3 ár, og 2 barnagarðsstovur við uml 21 børnum hvør, tey eru 3 til 5 ára gomul. So er ein bólkur  fyri tey 5 og 6 ára gomlu børnin. Hesi elstu børnini hjá okkum nevna vit Pisur. Hesar Pisur koma ur báðum barnagarðdstovunum og eru saman 4 dagar um vikuna...

Vit síggja Pisurnar sum sera undrandi,  kannandi, spyrjandi, fordjúpandi, djørv.. ja tey eru i veruleikanum granskarnir hjá okkum her í Sólareygað.

Pisurnar hjá okkum, nema sær sostatt  kunnleika á øllum teim økjum, sum tey vísa áhuga fyri.... Eitt sum hugtekur tey nógv eru bókstavir og tøl, ljóð, litir og annað..... og vit starvsfólk  fylgja teirra initiativi og forvitni.

 

 

 

Á várið 2007 kom ein kunngerð frá landstýrismaninum í almanna- og heilsumálum um, at stovnar og dagrøktir skuldu gera mál fyri hvønn aldursbólk sær. Fyri at koma í gongd, valdu vit m.a. eisini at kanna hvussu tað verður gjørt aðrastaðni- kveikt av tí hava vit valt at leggja størsta dent á hesi 7 menningar- økir:

  • Persónlig menning
  • Sosialir førleikar
  • Málslig menning
  • Børn og náttúra
  • Kroppur og rørsla
  • Mentunarlig virðir
  • Skapandi evni

Vit hava brúkt SMTTE háttin fyri at koma fram til, hvussu vit skulu gera hetta í praksis

  • S stendur fyri Samanhang. Hvussu eru umstøðurnar?
  • M stendur fyri Mál. Hvat vilja vit uppnáa?
  • T stendur fyri Tiltøk. Hvat vilja vit ítøkiligt gera, fyri at náa málið?
  • T stendur fyri Tekin. Hvussu kunnu vit síggja at vit eru á rættari leið ímóti málinum?
  • E stendur fyri Eftirmeting og dokumentatión. Náddu vit málið. Hví?/ hví ikki?

Tær komandi síðurnar eru eitt úrslit av okkara útgreining av, hvussu vit vilja styrkja børnini á teim 7 omanfyri nevndu menningarøkjum

 

Persónlig menning:

Soleiðis skilja vit tað:

Vit vilja skapa menning fyri tað einstaka barnið og tí er neyðugt við avbjóðingum, ið eru í samsvar við menningarstøðið hjá barninum. Fortreytin fyri menning er trivnaður og tí er tað umráðandi, at barnið følir seg sætt, hoyrt og skilt. Barnið er ein partur av einum stórum bólki og tí er tað umráðandi at tað dugir at seta orð á seg sjálvan, sínar gerðir og kenslur, hetta so, at barnið á bestan hátt kann virka í felagsskapinum.

Hvat vilja vit náa?

  • at barnið setur orð á seg sjálvt, sigur frá egnum kenslum o.s.fr. at styrkja sterkar og veikar síður
  • at barnið sær avbjóðingar fram um forðingar/hevur áræði
  • at barnið verður hoyrt/sætt
  • at barnið hevur sjálvsálit
  • at barnið upplivir sjálvsvirðið
  • at barnið kennir seg trygt at vísa kenslur
  • at barnið varðveitir sítt forvitni
  • at barnið gert sjálvstøðugt

Hvussu vilja vit náa tað?

  • at syngja, leggja putlispøl, seta orð á tað vit gera saman við barninum – lata í, skifta blæu, práta um t.d matpakkan
  • seta orð á kropsmálið hjá barninum
  • at nýta spegil, so barnið sær seg sjálvan og saman við einum vaksnum kann seta orð á hvat tað sær
  • at geva barninum avbjóðingar, ið føra til menning
  • at hava samling hvønn dag, har barnið hevur møguleika fyri at verða í fokus
  • at ein vaksin saman við barninum hjálpir tí at seta orð á seg sjálvan
  • at vit prýða stovuna við tingum, sum barnið hevur gjørt og seta orð á
  • at skipa spøl har tann vaksni gevur barninum eina ábyrgd, ið svarar til førleikan hjá barninum
  • at geva barninum ábyrgd t.d dekka borð, deila matpakkar út
  • at vit fylgja initiativinum hjá barninum
  • at vísa tolsemi tá barnið t.d. at lata seg í
  • at rósa barninum

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?

  • barnið dugir at seta orð á seg sjálvan, t.d hvat særir, hvat gleðir
  • barnið dugir at seta mørk
  • barnið fer í holt við ávísar uppgávur uttan stuðul frá vaksnum t.d. lata seg í og fara á wc
  • barnið torir at standa fram í einum bólki og dugir at bíða, tá ið onnur eru í fokus
  • barnið setur orð á seg sjálvan
  • barnið tekur lut í skipaðum aktivitetum
  • barnið tekur initiativ

Eftirmeting:

  • Skrivligar eygleiðingar
  • Práta um einstaka barnið
  • Myndir

 

 

 

Sosialur førleiki

Soleiðis skilja vit tað:

Tað er í sampæl og felagsskapi við onnur at vit menna okkara sosiala førleika. Fyri at barnið kann ferðast og virka í einum sosialum felagsskapi, krevst, at barnið tilognar sær teir sosialu normar og reglar, sum eru galdandi. Tí er tað neyðugt, at vit geva børnunum møguleika, at møta børnum í ymiskum aldri og kyni, eins og avbjóðingar millum javnaldrar.

Hvat vilja vit náa ?:

  • At barnið dugir at samspæla við onnur
  • At barnið dugir at seta orð á seg sjálvan
  • At barnið dugir at seta seg inn í støðuna hjá øðrum
  • At barnið vísir virðingfyri øðrum
  • At barnið er sín egin og góðtekur onnur sum tey eru
  • At barnið dugir at deila upplivingar, leiku, vinir o. a.

Hvussu vilja vit náa tað ?:

  • Geva barninum møguleika at verða saman við øðrum børnum á egnum og ymiskum aldri
  • Seta orð á barnið í samspælinum
  • Stuðla barninum í at loysa tvístøður
  • Gera barnið varug við egnu mørk og mørkini hjá øðrum børnum
  • Eggja barnið til at lána, móttaka , geva og at bjóða øðrum børnum uppí spæl.

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?:

  • Barnið spælir við javnaldrar, yngri og eldri
  • Banrið setur orð á seg sjálvan
  • Barnið loysir tvístøður
  • Barnið vísir umsorgan fyri øðrum
  • Barnið góðtekur seg sjálvan og onnur
  • Barnið er í jaligum samspæli við onnur

Eftirmeting:

  • Eftirmeta sosialu førleikarnar hjá einstaka barninum.
  • Sum tíðin gongur síggja um málini skulu broytast.

 

 

 

 

 

Málslig menning

Soleiðis skilja vit tað:

Málið er ein týdningarmikil partur av okkara samskifti. Vit samskifta bæði verbalt og nonverbalt. Í málinum liggja orð, tónalag og kropsmál. Fyri at barnið skal skilja og læra, er tað av tydningi, at vit vaksnu eru týðulig yvirfyri børninum bæði í orðum og gerðum.

Málið er ein fortreyt fyri at barnið kann ferðast og virka í einum sosialum felagsskapið. Barnið brúkar málið til at seta orð á sínar kenslur, tankar og handlingar. Málið er eisini við til at skilja samanhang.

Hvat vilja vit náa.?

  • At styrkja málsligu menningina hjá barninum.
  • At barnið skal gerast ført fyri at koma uppí spæl
  • At barnið kann úttrykkja hvat tað vil og ikki vil
  • At barnið lærir at lurta og bíða eftir teirra túri til at tosa.
  • At barnið lærir at seta orð á seg sjálvan.
  • At barnið lærir hugtøk.
  • At børnini læra hvør av øðrum tá tey snakka.

Hvussu vilja vit náa tað?

  • Lesa/fortelja søgur, syngja, spøl, sjónleik og rím & ramsir.
  • á bókasavnið at læna bøkur
  • vísa og hjálpa barninum hvussu man kann koma uppí spæl
  • At seta orð á barnið
  • Geva barninum eitt amboð t.d ein pinn, sum ger, at barnið hevur møguleikan at práta, meðan onnur lurta.
  • tosa um hugtøk - hvat er vinstra, høgra, oman, niðan, upp, niður o.s.frv.
  • blanda aldursbólkarnar t.d tá børnini eta.

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?:

  • Barnið syngur, spælur, rím og ramsir
  • Barnið vísir áhuga í bókum og spyr um at sleppa á bókasavnið - Barnið tekur egi initiativ til at spyrja og svara
  • Barnið setur orð á seg sjálvan
  • Barnið lurtar og bíðar til teirra túrur er at práta
  • Barnið brúkar hugtøk
  • Barnið eftirlíkar og tekur upp orð sum onnur børn siga

Eftirmeting/dokumentatión:

  • Eftirmeta málsligar avbjóðingarnar við fokus á tekini.
  • Sum tíðin gongur síggja um málini skulu broytast.

 

 

 

 

 

 

 

Børn og náttúra

Soleiðis skilja vit tað:

Náttúran er okkara nærmasti granni, og hava vit tí góðar møguleikar fyri, at geva barninum upplivingar og gera barnið tilvitað um umhvørvið. Eisini er hetta við til at menna barnið bæði kropsliga og mentalt. Við at barnið verður ment kropsliga og mentalt, gerst tað betur ført fyri at møta avbjóðingum í dagligdegnum.

Hvat vilja vit náa?:

  • At barnið lærir um allar árstíðirnar
  • At barnið virðir umhvørvið
  • At barnið lærir um plantur
  • At barnið lærir um djór
  • At barnið verður ment kropsliga

Hvussu vilja vit náa tað? :

  • Verða úti allar árstíðirnar.
  • Fortelja hvat hendir í teimum ymisku árstíðunum. S.s nær man flettir, nær fuglarnir koma og fara o.s.frv.
  • Fotrelja barninum um náttúruna og týdningin av at virða náttúruna við t.d ikki at tveita rusk út í náttúruna.
  • Heinta plantur og fortelja um tær.
  • Fortelja um hvørji djór vit hava í náttúruni og greiða teimum frá føðiketuni.
  • Geva barninum kropsligar og aldurssvarandi avbjóðingar. T.d ganga á óslættum, hoppa, klúgva sveiggja o.s.frv.

Hvussu síggja vit um tað eydnast? :

  • Barnið vil verða úti í øllum veðrið. Barnið gerst tilvitað um hita, kulda, turk, vatn og vind.
  • Barnið tosar um merkisdagar, nær slaktið er, nær fuglarnir koma o.s.frv.
  • Barnið virðir náttúruna við t.d ikki at tveita pappír úti í náttúruna.
  • Barnið kennir tær ymisku planturnar og snakkar um tær.
  • Barnið gleðist um at verða saman við djórum.
  • Barnið mennist motoriskt og gerst meira tilvitað um sín egna kropp.

Eftirmeting/dokumentatión:

  • Taka myndir og koyra út á heimasíðuna.
  • Gera eygleiðingar av, hvussu barnið er fyri kropsliga.
  • Eftirmeta á stovufundum um avbjóðingarnar eru nøktandi fyri einstaka barnið.

 

 

 

 

 

Kroppur og rørsla

Soleiðis skilja vit tað:

Í Sólareygað hava vit tilvitað innrættað garðin til allar aldursbólkar. Børnini hava atgongd til øll fýra elementini: luft (barnið hevur møguleika at føla veður og vind), jørð (runa, gras, haga, ymisk lendi), vatn (áin) og eld (eldstað/grillstað). Hesi hava á hvør sín hátt ávirkan á kropsligu menningina hjá einstaka barninum. Tað er umráðandi, at barnið hevur eina positiva fatan av sínum kroppi, tí tá barnið brúkar kroppin fær tað royndir. Ein liður í persónligu menningini er at vera tilvitaður um sín egna kropp, og hendan tilvitan er samstundis umráðandi í felagsskap við onnur.

Hvat vilja vit náa?:

  • at barnið mennist motoriskt
  • at barnið hevur eina kropskenslu at barnið kennir sínar sansir
  • at hava ein matarpolitikk

Hvussu vilja vit náa tað?:

  • avbjóðingar sum menna barnið bæði fín- og grovmotoriskt t.d perla, klintra o.s.fr
  • brúka inni – og útiumhvørvið
  • rørslusangir, brúka spegil, seta orð á kroppin
  • spæla sansispøl
  • hava sangløtur, har vit taka ljóðførini fram, og børnini sleppa at brúka tey
  • at barnið dugir at siga frá
  • vit tosa við børnini um kost (bæði ósunnan og sunnan) t.d. við at børn klippa mat úr bløðum og líma á pappír

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?:

  • barnið dugir at seta orð á kroppin og sansirnar
  • barnið luttekur í sangløtum
  • barnið spælir úti og vísir gleði við at vera úti í náttúruni. ( t.d.ósløttum lendi)
  • barnið skilir millum sunnan og ósunnan kost, og hvussu hann ávirkar kroppin
  • barnið brúkar kroppin bæði fín- og grovmotoriskt t.d teknar, perlar og klintrar.

Eftirmeting/Dokumentatión:

  • Eftirmeta kropsligu avbjóðingarnar við skrivligum eygleiðingum og myndatøkum.
  • Um tørvur er á tí, verða málini broytt.

 

 

 

 

 

Mentanarlig virðir

Soleiðis skilja vit tað :

Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum, fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð.

Hvat vilja vit náa?:

  • At barnið sær at allar familjur eru ymiskar At barnið lærir týdningin av traditiónum
  • At barnið lærir um náttúruni
  • At barnið lærir føroyskir sangir, kvæði og vísur
  • At barnið lærir um onnur lond og ymisk fólkasløg

Hvussu vilja vit náa tað?

  • Skipa fyri einum ommu og abba degi
  • Snakka um familjuviðurskiftini hjá einstaka barninum
  • Hava temavikur til hvørja árstíð t.d slakt, grind, summar og vetur
  • At fortelja um høgtíðirnar t.d hví vit halda jól, Ólavsøku o.a.
  • Læna bøkur um fuglar, blómur og fiskar, og arbeiða við tí í dagligdegnum.
  • Verða í náttúruni vitja bóndan, sjósavnið á Argjum, Fornminnissavni o.s.v.
  • Gera smáðar leikir, dukkusjónleik, konsert, temadagar/vikur
  • Temavikur um onnurlond t.d útsjónd, mat og klæði

Hvussu síggja vit um tað eydnast?:

  • Barnið vísir áhuga fyri, spyr og tosar um tey ymisku evnini, sum vit hava havt frammi.

Eftirmeting:

  • Fyri hvørt 1⁄2 ár eftirmeta vit um tiltøkini eru í samsvar við tey mál sum vit hava sett.
  • Eisini skulu vit eftirmeta um onnur mál skulu leggjst afturat.

 

 

 

 

 

 

Skapandi evni

Soleiðis skilja vit tað:

Barnið er føtt við evninum at skapa. Tíðliga í lívinum dugir barnið at nýta allar sansir og hevur eitt ótal av evnum til at útrykkja seg. Við mennandi og avbjóðandi karmum, kann barnið varðveita tey viðføddu skapandi evnini. Við at hava fokus á tað útrykksfulla/ skapandi barnið krevst, at vit, sum starvsfólk, eru kveikjandi, og áhaldandi skapa avbjóðandi karmar fyri menning.

Hvat vilja vit náa?:

  • At barnið fær varðveitt viðføddu skapandi evni.
  • At barnið fær brúkt allar sínar sansir
  • At barnið fær møguleikar til at verða kreativt
  • At barnið fær atgongd til nógv ymiskt tilfar.
  • At barnið tekur initiativ til at skapa og fær onnur børn við sær.

Hvussu vilja vit náa tað?:

  • Vit hava tilfar tøkt til børnini inni á stovunum
  • Vit hava verkstøð, sum stimbra barnsins kreativu síður
  • Vit fylgja barnsins initiativum
  • Vit skapa spælirúm útfrá, hvat rørir seg millum børnini, soleiðis at barnið fær ymiskar leikpallir at útliva tær ymisku rollurnar.

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?:

  • Barnið tekur initiativ
  • Barnið luttekur trygt á ymiskum leikpallum.
  • Barnið hevur áræði til at royna seg við ymiskum kreativum tilfari
  • Barnið hevur sjálvsálit til at standa fram, spæla rollur.
  • Barnið finnur útvegir, hugsar kreativt.

Eftirmeting/ dokumentatión:

  • Við at eygleiða, síggja vit um barnið er aktivt í samskiftinum við hini børnini.
  • Um barnið dugir og torir at taka initiativ.