Vælkomin í Ljósið

Í Ljósinum ganga 22 børn.

Starvsfólkini inni hjá okkum eru Elsa, Alma, Nico, Palma og Bjørk

Málslig menning - mars og apríl 2019

 

Í mars og apríl hava vit fokus á:

Málslig menning

Soleiðis skilja vit tað:

Málið er ein týdningarmikil partur av okkara samskifti. Vit samskifta bæði verbalt og nonverbalt. Í málinum liggja orð, tónalag og kropsmál. Fyri at barnið skal skilja og læra, er tað av týdningi, at vit vaksnu eru týðulig yvirfyri børnunum bæði í orðum og gerðum.

Málið er ein fortreyt fyri, at barnið kann ferðast og virka í einum sosialum felagsskapi. Barnið brúkar málið, til at seta orð á sínar kenslur, tankar og handlingar. Málið er eisini við til at skilja samanhang.

Túr í grannalagnum mars 2019

Mánadagar eru vit vanliga túr. Mánadagin 11. mars vóru vit túr her í grannalagnum. Tað var nógvur vindur og kalt. Tí vóru vit væl ílatin. Regnklæðir, troyggju, stilvar og húgvu.

Mosin var so djúpur og bleytur. Eisini funnu vit ymiskar holur, so vit kundu fáa lívd fyri vindinum.

Vít fóru niðan á ein bakka, so vit orduliga kundu uppliva vindin. Vit prøvaðu øll at rópa ímóti vindinum. Vit róptu alt hvat vit orkaðu. Vindurin larmaði og rikti og skrikti í okkum og útsýnið var sera gott.

Á veg heimaftur funni vit eitt runudíki, sum vit spældu í eina løtu. Vit funnu eisini eitt sindur av plastikki. Tað tóku vit við okkum til Sólareygað og koyrdu tað í skrell.

Heimafturkomin vóru vit vát, og máttu vit tí lata okkum úr og í turt. Børnini gjørdu tað mesta sjálvi við góðari vegleiðing frá teimum vaksnu.

 

Pitabreyð, mars 2019

Hósdagin 7. mars ótu vit pitabreyð í Ljósinum.

Irena Louisa, Hanna, Jón Dávur, Lý, Nóa og William vóru við Elsu og keyptu alt tilfarið mikudagin.

Vit høvdu eitt sjálvtøkuborð, har alt tilfarið var í skálum. Vit peikaðu og settu orð á, og ynsktu okkum ymiskt í okkara pitabreyð. Onkur prøvaði okkurt nýtt grønmeti. Onkur var glaður, tí tey fingu júst tað, tey vanliga eta, og onkur annar prøvaði okkurt nýtt, men fóru aftur til tað, tey vanliga eta í pitabreyð.

Tað var eitt vit øll gjørdu líka - vit hugnaðu okkum og prátaðu við okkara borðsfelagaðar.

Februar 2019

Í Februar hevði Sólareygað føðingardag, vit blivu 14 ár. Vit fingu eina so fitta gávu, har var sitrónte í, so vit øll í Ljósinum drukku te, við mjólk í, aftur við millummálanum.

Annars hevur veðrið verið gott í februar, so vit hava verið nógvar túrar. Her eru nakrar myndir frá, tá ið vit vóru og vitjaðu eitt spælipláss her í grannalagnum. Á veg yvir til spæliplássið og heimaftur gingu vit í brattlendi, so bæði høgra og vinstra síða á føtliðunum blívur styrkt.

Eisini hava vit gjørt banar úti á flognum. Vit eiga nevnliga so nógv ymiskt at gera bana við. Her hava børnini sjálvi gjørt ein bana. Vit vaksnu settu bara tingini fram, so fóru børnini í gongd. Sigast má, at tey vita hvat tey vilja - og duga, tað gera tey heilt sikkurt.

Januar 2019. Vit skreiða

Í dag vóru vit og skreiddi yviri í bønum. Øll prøvaðu, so røsk vóru tey!!

juli og august 2018

Í Summar vóru fleiri føðingardagar. Vár bleiv 4 ár, Lý 5 ár, Maria 4 ár, Hervør og Ásvør 6 ár og Kristian bleiv eisini 6 ár. Eisini vóru vit fleiri túrar niðri við ánna her í grannalagnum. Vit vitjaðu eisini gula hús.

Ínni hava vit verið skapandi. Vit hava málað okkum um bibburnar, skapað pinnafólk úr pinnum o.ø. og klipt og líma.

 

 

 

Mars og Apríl 2018

Góðu tit :)

Her eru myndir av ymiskum vit gjørdu í gerandisdøgunum í Ljósinum í Mars og Apríl mánaða.

Myndir eru eisini úr 7 ára føðingardegnum hjá Saru í februarmánaða. Hon bjóðaði smyrjibreyðskonu og fruktfat :)

Vit gingu í rekkju øll somul úr samling aftaná søgulesnað, við hondunum á herðunum á hvørjum øðrum, inn á vesi at vaska okkum um hendurnar. Onkutíð ganga vit á tá, onkutíð vagga vit og onkutíð fara vit niður at húka og ganga vm.

Vit vóru fleiri góðar túrar í allarfagrasta kavaveðri yvuri í bønum, har vit skreiddu og rullaðu í kavanum og eisini bygdu vit kavamenn.

Vit málaðu fittar høsnarungar við fingramáling til páskirnar og plantaðu karse.

Vit hava bygt lego, spælt stóladans, spælt við ponyhestar, dukkur, verið til handils og málað á hugflognum.

Eisini vóru vit so heppin á okkara túri oman í Svartáfoss at leita eftir smálombum, sum vit vistu vóru har, at uppliva eina lembing har niðri. Hetta var ein fantastisk løta :)