Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum.
Vegna Dagstovnin Sólareygað søkja vit eftir námsfrøðingum og hjalparfólkum.
Føstu størvini, sum eru 30 -35 tímar um vikuna, eru við setan 1.aug 21 ( ella eftir nærri avtalu)
Vit leita eftir:
- Einum varaleiðara, sum saman við leiðaranum, í tráð við okkara námsætlan, er við til at seta yvirordnaði námsfrøðiligt tiltøk á skrá fyri allan stovnin. Varaleiðarin kemur fyrst og fremst at verður settur í eina av okkara barnagarðsstovum.
- Einum námsfrøðingi til eina av okkara barnagarðsstovum
- Einum námsfrøðingi fyrst og fremst til okkara 6 árs stovu.
Umframt hetta hava vit tørv á fyribils settum starvsfólkum at byrja 01. aug. 21. til 15 aug. 22. Um ongin námsfrøðingur søkir hesi fyribilssettu størvini verða hjálparfólk sett ístaðin.
Er tað ikki nakað fyri teg??at royna teg á hesum økinum í eina tíð? kanska gongur tú við tonkum um at lesa námsfrøði? , jamen so er hetta akkurát nakað fyri teg.
Vit seta námsfrøðina á breddan allatíð, og fyri at vit skulu megna at arbeiða námsfrøðiligt, er neyðugt við fyrireiking og er tað tískil settír fleiri tímar av til at námsfrøðingarnir kann fara frá at leggja til rættis. Nærri er at frætta við at ringja til leiðarin.
Vit ganga eisini høgt uppí rørslu og heilsu, og meta vit at vit kunnu kalla okkum ein Heilsu og rørslu- stovn og út frá hesum grundtanka er allur stovnurin, bæðin ínnan og uttan innrættaður til at barnið fær rørsluligar avbjóðingar. Tú ert hjartaliga vælkomin niðan at vitja so tú verður víst runt á stovninum áðrenn tú søkir. Ring til leiðarin og avtala eina tíð eftir arbeiðstíð.
VIT BJÓÐA:
Eitt starv, har námsfrøði og dygd eru lyklaorð.
Eitt starv har útilív, rørsla og heilsa er ein inngrógvin partur av dagligdegnum.
Eitt starv har upplivingar og granskingar á barnahædd eru ein stórur partur av dagligdegnum.
Eitt starv við aktivum og kveikjandi vaksnum, har samanhald og viðurkenning eru grundarsteinar
Eitt starv har samstarv uppá tvørs av stovunum er partur av dagligdegnum
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag og saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnukvøldið 30 mai og viðmerkja
“Umsókn til Dagstovnin Sólareygað.”
MEIRA FÆST AT VITA
um okkum og starvi við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, telefon 302430/ 287150.
starvs lýsing..
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Sólareygað eftir tveimum námsfrøðingum.
Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk setast ístaðin í tíðaravmarkað størv.
VIT VÆNTA:
• | starvsfólk, sum er nærverandi og gevandi |
• |
starvsfólk, sum tekur ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski um at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar saman við okkum |
• |
starvsfólk ,sum hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra, hetta i tráð við okkara menningarætlan |
• | starvsfólk sum virðir felagsskap, felagsanda og samanhald |
VIT BJÓÐA:
• |
eitt starv har útilív, rørsla og heilsa er ein inngrógvin partur av dagligdegnum |
• |
eitt starv har upplivingar og granskingar á barnahædd eru ein stórur partur av dagligdegnum |
• |
eitt starv við aktivum og kveikjandi vaksnum, har samanhald og viðurkenning eru grundarsteinar |
• | at geva børnunum mennandi og spennandi upplivingar og avbjóðingar |
• | at geva børnunum møguleika at hugsavna seg og at vera í ró |
• | at geva børnunum møguleika til frítt spæl og at brúka egið hugflog |
• | at børnini skulu kenna seg trygg |
• | at hava eitt gott foreldrasamstarv |
SETANARVIÐURSKIFTI
MEIRA FÆST AT VITA
Vit søknast eftir tveimum námsfrøðingi til eitt fyribils sett starv
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Sólareygað eftir 1 námsfrøðingi, fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi og einum námsfrøðingi fyri at taka tímar vegna serligan tørv, runt um á stovninum.
UM OKKUM:
Sólareygað liggur soleiðis fyri, at náttúran er okkara nærmasti granni og tískil er eitt av eyðkennum okkara, at vit eru sera nógv úti í náttúruni.
Okkara námsætlan hevur 7 fokus umráðið, sum vit uppá skift hava serligt fokus á.:
1.málslig menning,
2.børn og náttúra,
3.mentunarlig virðir,
4.skapandi evnir,
5.kropp og rørsla,
6. sosialan førleika
7. persónligan førleika.
Tó hava vit valt yvirordnað at hava fokus á rørslu, bæði innan- og uttandura og heilsu sum heild og tískil kunnu vit av røttum at kalla okkum ein sera aktivan stovn.
VIT MANGLA:
námsfrøðing inn í Stráluna, sum er ein av okkara vøggustovum, 30 tímar um vikuna frá 15. marts 2017 ( ella eftir nærri avtalu) og fram til áleið.01.03 2018
VIT YNSKJA:
-
at tú hevur góð samstarvsevnir.
-
at tú vilt gera mun.
-
at tú vilt seta tín dám á tað námsfrøðiliga arbeiðið
-
at tú ert sjálvbjargin
-
at tú ert fleksibel.
-
at tú hevur eitt ynski í at innganga í eitt starvsfólka toymi, sært møguleikar fram um forðingar.
-
at tú ert blíð/ur og fyrikomandi. At tú ert aktivt luttakandi.
Er hetta nakað fyri teg? So vinarliga søk eitt av hesum leystlýstu størvum.:-)
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, Vaglið 32, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 25. feb 2017
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Mirjam Johannesen leiðara, tlf 287150