Vælkomin í Glottan

Í Glottanum ganga 21 børn. 
Starvsfólkini inni hjá okkum eru: Ingun, Rebekka, Heidi, Katrin og Gunnva.

Børn og náttúra - mai og juni 2019

Í mai og juni hava vit fokus á:

Børn og náttúra

Soleiðis skilja vit tað:

Náttúran er okkara nærmasti granni, og hava vit tí góðar møguleikar fyri, at geva barninum upplivingar og gera barnið tilvitað um umhvørvið. Eisini er hetta við til at menna barnið bæði kropsliga og mentalt. Við at barnið verður ment kropsliga og mentalt, gerst tað betur ført fyri at møta avbjóðingum í dagligdegnum.

Apríl 2019

 

Í apríl hava vit verið sera nógv úti. Veðrið hevur verið av tí allar besta, og børnini hava tímað so væl at verið úti í góðveðrinum.

Vit hava verið nógvar góðar túrar í grannalagnum, súkkla og spælt úti í garðinum, kritað og funnið ymiskt spennandi djór.

Eisini hava vit etið bæði millummála og matpakka úti fleiri ferðir. Børnini hava hjálpt til vit at dekka borðini úti, og við at rudda inn aftur. 

 

 

 

Várið er komið

 

Mánadagar fara vit vanliga túr. Vit fóru ein túr oman í grannalagið at ganga á ósløttum lendi. Veðrið var sera gott, og tað var nógv spennandi at síggja og uppliva á túrinum.

Børnini vóru røsk at ganga, klintra og spæla. Eisini prátaðu vit um, hvat spennandi var at síggja á túrinum: blómur, djór, sólin, steinar o.s.fr.

Tá vit komu aftur í barnagarðin, dekkaðu børnini borð uttanfyri. Tað var so lekkurt at eta matpakka úti!

 

 

 

Føstulávint 2019

 

Nógvar grýlur vóru í barnagarð føstulávint morgun. Tað bleiv sligið tunnu, dansað, málað og flent. Tey eldru børnini slógu tunnu úti á flognum, meðan tey yngru børnini slógu tunnu inni hjá ljósinum.

Í tunnuni var kips og poppkorn til tey :)

 

 

 

Jan og feb 2019 - Mentanarlig virðir

Í januar og februar hava vit í Glottanum arbeitt við mentanarlig virðir, har denturin hevur verið lagdur á føroyskar sagnir og søgu. Vit hava arbeitt sera nógv við kópakonuni, nykinum og víkingum.

 

Her eru nakrar myndir av børnunum, har ið tey arbeiða og læra um hesi tingini.

 

 

jan- feb 2019

Í jan og feb. 

her eru nakrar myndir av glotta børnunum í og í nærumhvørvinum kring Sólareygað

 

 

Mars 2018

Mars mánðaður í Glottanum.

Vit hava haft breyðdag, har vit høvdu sjálvtøkuborð við nógvum ymiskum og leskiligum viðskera. Dreingirnir gjørdu klárt, meðan genturnar vóru úti og spældu kríggj.

Dagurin var so væleydnaður og øll hildu at tað var lekkurt og spennandi at smakka ymiskt, velja og smyrja sítt egna breyð. :)

Tann síðsta kavadagin í ár (inntil víðari) vóru vit niðrið í KFUK-bønum og skreiddu. Tað var mega stuttligt ! :D

Myndirnar tala fyri seg.

Eisini sum nakað nýtt hava vit fingið kúlubað í Glottanum. Tað brúka vit millum annað til at stimbra følisansin. 

 

 

 

 

Februar 2018

Nú eru vit væl komin aftur frá verkfallinum, hóast tað hevur ávirkað okkum starvsfólk og børnini, so merkir tað ikki at túrar og upplivingar vera minni ella verri.

Hendan mánaðin eru myndir av føstulávint, einum túri við dreinginum, har teir vóru í kríggj, og nakrar støðumyndir frá dagligdegnum.

Á føstulávint vóru vit grýlur so eingin varð kendur. Tey 3-4 ára gomlu bæði í Ljósinum og Glottanum slerdu tunnu inni í Glottanum og tey 5-6 ára gomlu slerdu tunnu úti á Flognum. Hjá teimum eldru var Jóna í Ljósinum kattakongur og fyri tey yngru gjørdist Vár í Glottanum kattakongur.

Tá dreingirnir vóru í kríggj fingu teir nógvar upplivingar, teir spældu rolluspøl, klatraðu, goymdu seg, runnu, doyðu og alt møguligt annað, super motoriskar venjingar. Ímeðan dreingirnir kríggjaðust vóru genturnar á Flognum og gjørdu motorikk, og bakaðu bollar til millummála. Teir smakkaðu mega væl.

Eisini eru nakrar myndir at børnum ið spæla inni á stovuna.