Vælkomin í Glæmuna

Í Glæmuni ganga 12 børn.
Starvsfólkini inni hjá okkum eita: Annika, Sigga, Hallgerð og Dagny.

Málsligur førleiki

ì marts og apríl hava vit fokus á:

Málsligum førleika

Soleiðis skilja vit tað:

Málið er ein týdningarmikil partur av okkara samskifti. Vit samskifta bæði verbalt og nonverbalt. Í málinum liggja orð, tónalag og kropsmál. Fyri at barnið skal skilja og læra, er tað av tydningi, at vit vaksnu eru týðulig yvirfyri børninum bæði í orðum og gerðum.

Málið er ein fortreyt fyri at barnið kann ferðast og virka í einum sosialum felagsskapið. Barnið brúkar málið til at seta orð á sínar kenslur, tankar og handlingar. Málið er eisini við til at skilja samanhang.

Vitja Petur Noll

 

 

  

 

Túr yvir í gula hús

 

 

  

 

Hugnaløtur

 

 

  

 

Spæla í ánnið

 

 

  

 

Vitja umborð á Norrønu

 

 

  

 

Glæmubørnini eru so røsk:o)

 

 

  

 

3 ára føðingardagur á stovuni:o)

 

 

  

 

2 ára føðingardagur á stovuni

 

 

  

 

 

 

  

 

Vit spæla úti í kavanum

 

 

  

 

2 ára føðingardagur á stovuni

 

 

  

 

Novembur

Her síggja tit nakrar myndir av at vit syngja og myndir av hvussu vit rokast í hoppilinini.  

 

  

 

Túr hjá gasnum:o)

 

 

  

 

Úti og spæla

 

 

  

 

Fimi:o)

 

 

  

 

1 ára føðingardagur í Glæmuni:o)

 

 

  

 

Motorikkur við teimum smáðu

 

 

  

 

Munnmotorikkur

 

 

  

 

Septembur

  

Nú er septembur farin aftur um bak og oktobur er komin við heystiðnum. Í septembur hava vit haft nógvar góðar dagar í garðinum. 

Vit hava eisini verði nógvar túrar. Yvir í Gula hús, oman í ánnað at vassa og kasta steinar, gingið skóðleys, vit hava vitja seyðin og hestarnar sum ganga her á leið.

Fimi er eisini á skránnið aftur og tað gleðast við øll um. Vit elska at sleppa í okkara gulu vestar. Tá vita vit at leiðin gongur í bussin og oman í Fimi at hoppa trampolin, ganga á bitanum, bólta og rulla.

Vit hava eisini svansa við vatn og fingið fótabað. Ja, her er tað reina luksus:o)

Vit hava hoyrt søguna um Bukkarnar Brúsi og Reyðhettu umaftur og umaftur og vit elska tær líka nógv hvørja ferð.

Síðani hava vit eisini mála og tekna.

Her eru nógvar nýggjar myndir frá august og septembur, so seti tykkum væl til rættis og nýti myndirnar av tykkara fittu børnum:o)

  

 

Vit mála

  

 

Og ein túrur afturat:o)

  

 

Rokan í Glæmuni

Vit elska at spæla í hoppilinini. Um morgunin sita vit øll og syngja í henni og annars verður hon brúkt til mangt og havt. Børnini duga væl at finna uppá. Onkuntíð er hon ein svimjihylur, so læta tey seg í svimjiklæðir og hoppa útí. Aðrar tíðir er hon eitt hús og dukkur og børn flyta inn. Ja, so er hon eisini staðið har vit rokast allar mest. Tey hoppa, bólta, mala, rulla og standa á høvdinum í henni. Tey eru sera røsk og djørv. Vit ELSKA okkara hoppilin.   

 

Ahh...at fáa eitt fótabað er so lekkurt:o)

 

 

Okkara nýggju børn :o)

Her sita tey so fitt... okkara nýggju glæmubørn:o) Vit í Glæmuni ynskja teimum og teirra familjum vælkomnum í Glæmuna:o)

 

Vassitúr í ánnið

Á kanningarveiðu í ánnið og fram við áðarbakkanum í berum bibbum er eitt satt upplivilsi ein sólskynsdag. At merkja tí køldu og bleytu rununa í millum bibbunar og tað síða græsið kitlaði okkum um beinini / lørini, alt eftir hvussu long bein vit hava, hetta var eitt upplivilsi. Ímeðan vit gingu narri ánnið, broyttist undirlagið frá at vera bleytt til meira skurtlut, nú gingu vit á smásteinum, alt ímeðan áin tuttlði. At trakkað í tí køldu ánnað var so fristandi kalt, at fleiri av økkum høvdu mestan hug at koma inn aftur til tað bleyta græsið. ååååå píkasjey, vit funnu Apublómur, Myrisóljur, Gloym meg ei og allar hesar blivu umskapaðar til skip, sum fóru á ferð til Danmarkar.   

 

Vit svansa við vatn

 

 

Vit mála

 

 

Vit hoyra søguna um Bukkarnir Brúsi og Reyðhúgvu

Trip,Trap, Trip Trap... Hvør er tað sum gongur á mínari brúgv.....og Omma,Hví hevur tú so stór Oyru? Hesar søgurnar og fleiri aðrar  tíma vit ordligani væl at hoyra í Glæmuni.

 

1 ára føðinagadagur í Glæmuni

 

 

Ymiskar myndir frá okkara gerandisdegi í Glæmuni

 

 

Útferð til Nólsoyar:o)

 

So vóru myndirnar frá okkara góðu útferð til Nólsoyar endiliga her:o) Tey elstu børnini í Glæmuni og Stráluni høvdu ein ordiliga góðan dag, har vit sóðu froskar og prinsessutoftir, blivu trillaði í trillibøru, ótu lekrar bananpannukøkur, vassaðu, spældi við sand og royndu at fanga krabbar, men...onkin krabbi var at finna:o)

3 ára føðingardagur á stovuni

 

 

3 ára Føðingardagur á stovuni

 

 

Vit eru í fótabað og svansa við vatn:o)

 

 

Úti við berum bibbum:o)