Foreldrasamstarv

Tvær ferðir um árið verður kallað inn til felags foreldrafund, ein um várið og ein um heystið. Her verða ymisk evni tikin upp, sum hava við barna-foreldra-og stovnslívið at gera. Eisini hoyra vit um, hvat gongur fyri seg á stovuni, har júst tykkara barn gongur. Á felags  foreldrafundinum um heystið verður valt eitt foreldraráð. Foreldraráðið hevur til uppgávu at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldur, stovnin og kommununa.

Vit vóru á fundi 31.okt  hesi blivu vald í foreldraráðið:

Úr  Glæmuni, Marjun mamma Magnus                     mail adr: 

Úr Stráluni, Sissal, mamma Eyð,                             mail adr.:sissal18@hotmail.com

Úr  Ljósinum, Ebba mamma Páll,                           mail adr: ebbav@hotmail.com

Úr Glottanum : Anna Elisabeth , mamma Jonu,       mailadr: aeiversen@yahoo.co.uk

Eyka umboð: Lív, mamma Brand i Stráluni,           mail adr: liv.arnastein@hotmail.com

Foreldragjaldið:

Foreldragjaldið fyri vøggustovuplássið er kr. 2331,- um mánaðin, tó er juli mánaði ókeypis.

Foreldragjaldið fyri barnagarðspláss er kr. 1.464,- um mánaðin, tó er juli mánaði ókeypis.

Rokning verður send á einum gjaldskorti. Mælt verður til at tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu til gjaldsskipanina.

Foreldraviðtala:

Árliga verður skipað fyri foreldraviðtalum. Her verða foreldrini boðin til eina persónliga viðtalu saman við starvsfólkunum frá tí stovuni, barnið gongur. Her verður tosað um, hvussu tað gongur hjá barninum sum heild. Um tørvur er á eyka viðtalum, eru foreldrini vælkomin at seta seg í samband við okkum. Sjálv loyva vit okkum eisini at heita á foreldrini , um vit meta tørv á tí.

Góða byrjan :

Fyri at barnið skal fáa eina góða byrjan, hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Tað er umráðandi, at tit siga farvæl, soleiðis at barnið veit, at tit fara. Hetta skapar tryggleika fyri barnið. Saman finna vit ein máta, sum hóskar til tykkara at siga farvæl uppá.

Rís & Rós:

Við høvuðsinngongdina hongur ein postkassi til rís og rós. Hendan postkassa hevur foreldraráðið ábyrgd av.

Týdningarmikið er, at tit siga einum vaksnum á stovuni frá, tá tit koma, og tá tit fara við barninum.

Foreldur ella avvarðandi eru altíð vælkomin at steðga á og práta við okkum.

Okkara virðisgrundarlag:

Tryggleiki ein fortreyt fyri trivnaði og menning.

Vit leggja dent á, at bæði børn, foreldur og starvsfólk, skulu kenna seg trygg við at koma á stovnin.

Móttøkan er sera týdningarmikil. Ein góð móttøka er viðvirkandi til ein góðan dag bæði fyri barnið og foreldrini.

Vit meta, at tá barnið kennir seg trygt saman við okkum, er ein menningarmøguleiki til staðar.

Vit leggja dent á eitt dagligt samskifti við foreldrini um dagin hjá børnunum. Eisini nýta vit dagbøkur, myndir og heimasíðu til at geva so góða kunning sum tilber.

Vit eru ein opin stovnur:

  • har børnini hava møguleikar at knýta vinabond tvørtur um stovur.
  • har øll børnini kenna og hava álit á øllum starvsfólkunum.
  • har dentur verður lagdur á gott samstarv ímillum stovurnar, soleiðis at vit kenna okkum sum eina eind.

Upplivingar:

Vit leggja dent á, at børnini fáa nógvar góðar upplivingar á stovninum. Tá vit hugsa um upplivingar, eru tað bæði tey størru og meira skipaðu tiltøkini, men ikki minst tey smærru tiltøkini, so sum ein lítlan túr út um garðin, at spæla við vatn í ánni, at krógva og blunda í garðinum, at finna okkum góð spælistøð í og uttanfyri stovnin.

Foreldrasamstarv

Tvær ferðir um árið verður kallað inn til felags foreldrafund, ein um várið og ein um heystið. Her verða ymisk evni tikin upp, sum hava við barna-foreldra-og stovnslívið at gera. Eisini hoyra vit um, hvat gongur fyri seg á stovuni, har júst tykkara barn gongur. Á felags  foreldrafundinum um heystið verður valt eitt foreldraráð. Foreldraráðið hevur til uppgávu at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldur, stovnin og kommununa.

Vit vóru á fundi 6. nov og hesi blivu vald í foreldraráðið:

Úr  Glottanum: Laila, mamma Fróða,                       mail adr:  lrh@mail.fo

Úr Stráluni, Hans Karl, pápi Eyð,                             mail adr.: hanskarl@hotmail.com

Úr  Ljósinum, Ebba mamma Páll,                           mail adr: ebbav@hotmail.com

Úr Glæmuni: Anna Elisabeth , mamma Jonu,       mailadr: aeiversen@yahoo.co.uk