kroppsligar rørslur og venjingar í Sólareygað

Vit arbeiða miðvíst við motorikki.. her eru nakrar myndir sum tala fyri seg.

Summar rútmu dagur í Sólareygað

Idag hava vit haft eina framúr veitslu.

 Vit hava haft vitjan av 4 dansigentum, Danny í Danny and the Veetos, Dánjal Dam à Neystabø.

somuleiðis hava vit haft fleiri postar... har børnini hava kunna roynt ymiskt.

Vit fingu grýturætt til døgurða, servera í hálvum mjólkapakkum,( fyri at spara uppá eingangs servisu)

Tilsaman mundu vit verða áleið 170 børn  og uml 40 starvsfólk.....

ein seeera góður dagur.

Myndirnar tala fyri seg.

Vit arbeiða í garðinum ídag.....

Idag hava vit rudda, mála og pynta garð...

 

Øll hava verið við,,,, børn og vaksin

Vit hava grilla idag

Vit hava veruliga hugna okkum í góðveðrinum í dag. grilla og spælt úti í allan dag.

 Myndirnar tala fyri seg :-)

deiligt veður idag.. 3. maj 17

Vit hava veruliga hugna okkum í góðveðrinum ídag.

 Myndirnar tala fyri seg :-)

Føstulávint 2017

Vit sláa tunnu ídag.

 

So stuttligt at koma í barnagarð í morgun, her vóru so nógvar ymiskar grýlur.... 

Vit høvdu 3 tunnur... eina til vøggustovuna... og har bleiv Erik kattakongur

eina tunnu fyri miðlingarnar og har var tað Anna Daisi, sum bleiv katta - drotning

og eina fyri tey elstu børnini og har var tað Tóki. sum bleiv kattakongur

 

I tunnunum hjá barnagarðs stovunum, var pop korn og salt stengur og í tunnuni hjá vøggubørnunum var rosinur og frukt stengur.

 

so stuttligt ,,, myndirnar tala fyri seg

 

Vit fylla 12 ár ídag

Myndir frá okkara føðingardegi ídag... soo hugnaligt at so nógv møttu, Ikki minst, var tað stuttligt at vit fingu vitjan av tveimum av okkara elstu børnum Teiti og Saranju, sum byrjaðu her í Sólareygað,  tá vit opnaðu stovnini i 2005

takk fyri goða samveru. :-)

 

PS

 Somuleiðis eru nakrar heilt fáar myndir av okkum , tá vit dansa føroyskan dans....hetta var eisini ein deilig løta og ikki minst serstakt at 2 av okkara 6 ára gomlu , Tóki og Filip , skipaðu Sigmunds kvæði-.... soo flott.

Og eitt afturat,,,, åhh sum tað var deiligt at hoyra okkara gentur syngja takkar- sangin , tað ljóðaði sum einglarøddir..... tað er vist.

 

Glottin og Ljósið

Í dag hava børnini i glottanum og Ljósinum verið´ein túr í nær umhvørvinum

 Ein deiligur túrur.

Myndirnar tala fyri seg

Sól í Sólareygað

Í dag hevur veðrið verið av tí allar besta í Sólareygað. Børnini hava hyggað sær úti í garðinum og fleiri hava eisini sóla sær úti :D

Vit njóta vakra kava veðrið ídag

Idag hava fólk og fæ hugna sær úti í tí deiliga kava-veðrinum.

Vit hava gjørt kava holur, lopið skalv, rudda kava av bilum, sum stóðu veðurfastir síðani í gjárkvøldið og ikki minst, so hava vit haft vitjan av einum bringureyða...

 

Hesin spældi sær í kavanum, men so fór hann inn í Stráluna, har hann fekk breyðmolar og vatn

Børnini ganga Lucia

 

her eru nakrar myndir frá Lucia i des 2016

Jólamaðurin vitjar okkum 16.des. 16

i morgun mitt undir  felags sanginum  úti á Flognum, kom ein jólamaður súkklandi við fullari ferð uttanfyri vIndeyga..

uha uha, sum børnini blivu spent.

 

 Vit dansaðu jólatræð saman við jólamanninum  eina løtu... síðani deildi jólamaðurin pakkar út..

 

Á  pakkunum stóð okkurt fitt um tað einstaka barnið og saman við hesum fittu orðunum fingu børnini hvør sína mandarin og eina pixi bók

 

 

 Hetta var ein deilig løta

Rørslu- stovnurin Sólareygað.

Vit á Dagstovninum Sólareygað hava valtat hava serligt fokus á rørslu.

Mána.- til hósdag frá kl 09.40 til ca 11, møtist ein  bólkur  av børnum úti á Flognum, har tey gera ymiskar  mennandi rørslur.

Hetta er stuttligt, avbjóðandi og ikki minnst mennandi fyri tann einsaka

 Myndirnar tala fyri seg

Sjósavnið

Mikudagin fóru børnini í Glottanum og Ljósinum ein túr út á Argir at vitja Sjósavnið :)

Har sluppu vit at fanga krabbar í einum karið uttanfyri, og inni var eitt langt kar við bæði krabbum, jákupsskeljum, krossfiskum og øðrum, sum vit sluppu at taka upp í hondina. Tað var so spennandi! Eisini sóu vit eina vatnrakett blíva skotna langt upp í luftina. Tá vit vórðu svang, settu vit okkum uttanfyri á kantsteinin at eta matpakka :)

Arbeiðsdagur okt 2016

Vit hava haft ein arbeiðsdag her ídag

 

 Vit byrjaðu stundisliga kl 09.30.. og stríddust og strevaðust til vit náddu okkara mál...

Avgjørt var at vit skuldu grilla... og vit tendraðu eisini grillina stundisliga kl 10.... meeen ak... kolið var ikki til at hava við at gera... bleiv við at kødna:-(.... so eftir at vit hava notið angan av grill roykið, avgjørdu vit at fara inn at steikja búffarnar... og endaðu eisini við at eta inni, ti tað regnaði og var blivið  rættiliga kalt.... og tað var eisini stak hugnaligt... 

Vit hava haft ein suuuuper góðan arbeiðdsdag og sum tit síggja kom væl burtur úr.

 

 

 Hetta verður heilt vist gjørt aftur.....

:)

Ævintýraferðin 2016

Dánjal D à Neystabø og Búi Dam vóru og vitjaðu okkum í gjár, har teir framførdu ævintýraferðina....

Børnini hugnaðu sær óført og myndirnar tala fyri seg :-)

Sólareygað 11 ár

Her eru nakrar myndir frá føðingardegnum 12. feb 2016. Dagurin byrjaði við felags morgunmati. Seinni fóru børnini at hyggja at filminum "Big Hero 6" :)  

 

Jólamaðurin vitjar í Sólareygað 16.12.15 :)

valdagur i Dagstovninum Sólareygð

Myndur frá valinum eru komnar inn á solareygað.com

Nú kom summarið:-).....endiliga :-)

Deiligur dagur idag..... vit hava hugna okkum úti og grilla pylsur til matpakka tíð, og so fara vit at eta matpakka seinnapartin 

Vit njóta hitan í luftini og gleðast um at siggja hvønn annan aftur.

Myndirnar tala fyri seg :-)

Sólarmyrkingin nærkast

Er tað nakar sum er í iva, hvat Sólarmyrking veruliga er, so mugu tit spyrja tykkara barnagarðsbørn... tey vita :-)

Vit hava í eina rúma tíð, tosa og lisið um hetta heilt serliga fyribrigdi.

Børnini hava málað , teknað, perlað, tosað,lisið,  spurt, spurt og aftur spurt um hetta serstaka fyribrigdi.

Somuleiðis hava vit haft Rógva Dam uppi i Sólareygað at fortelja um Sólarmyrkingina fyri framman.

Alt meðan børnini hava verið sera upptikin av sólarmyrkingini, hugsa tey eisini  um Tjaldrið,sum kemur á Grækarismessu.....idag... so nogv tjøldur eru klipt, mála og tekna i hesum døgum... .

Her eru nakrar myndir av tí børnini hava gjørt i feb. og  marts um evnini Sólarmyrking og Tjaldrið

Vit fylla 10 ár..

Idag hava vit haft opið hús.... og nógv góð fólk komu at heilsa uppá okkum.

Ein  stak hugnaligur dagur.

Deiligt var tað at hoyra Døgg Nónsgjógv og Allan og ikki minst at hoyra Okkara børn syngja.

Vit fylla 10 ár....

Øll vikan hevur verið á tremur av upplivingum

Tysdagin spældu okkara pisur sjónleik fyri Ternuryggi og Undir Brúnni

Mikudagin kom Rógvi Dam at fortelja søgu

Hósdagin spældu starvsfólk sjónleikin Snjóhvíta, og onnur starvsfólk dansaðu  

fyri okkara børnum.