
skert virksemi
Góðu foreldur.,
Skert virksemi: idag mugu vit stongja Ljósið , Pisustovuna og Glottan kl. 16 . Glæmuni kl 16.30 og Strálan kl 17.
Av ti at vit sum sagt,ikki kunnu samstarva uppá tvørs av stovunum,,mugu titt foreldrur siga mær frá, nær tykkara barn møtur og verður heinta frá i morgin týsdagin 11. jan og restiina av vikuni .
Vinarliga sendiði mær boð her á Foreldralugganum sum skjótast , og i hvussu er áðrenn kl 17 idag, so eg fái gjørt skema fyri restina av vikuni
vh Mirjam Johannesen, leiðari.
garderoban
Góðu foreldur
VETURIN KOM VIÐ KULDA OG KAVA, tra la la l ala la J
So nú mugu tit verða eyka uppmerksom uppá garderobuna hjá tykkara barnið.
Í garderobuni má verða nokk av klæðum:
Vetrardraktir, heitir skógvar, vøttir, hosur, sokkar, húgvur, heitar troyggjur og nokk av eyka klæðum, hetta soleiðis at títt barn er nóg væl ílatið til okkara kalda veðurlag.
Sjálvsagt er eisini týdningarmikið, at børnini hava klæðir í garderobuni til okkara nógvu regndagar, so sum regnklæði og stivlar.
Men tá tað er sagt, er tað ikki nokk at tað bara eru nógv klæðir í garderobuni, men tað má verða navn á øllum klæðunum eisini.
Góðu fittu foreldur J hjálpið starvsfólkunum at gera ílatingar støðuna so lætta sum tilber.
1: Tryggi tykkum at garderoban er ajour.
2: Tryggi tykkum at garderoban hjá tykkara barnið er ruddulig
3. Tryggi tykkum at guli ryggsekkurin er í garderobuni, so barnið kann koyra karmar / skitin klæðir í har.
4: Tosið við tey størru børnini um at tað er týdningarmikið at fara í tað, sum vit vaksnu meta er neyðugt.
Fyri okkum handlar tað um at gera ílatingar støðuna so lætta sum møguligt, tí hetta krevur jú nógv av okkum.... bæði tykkara børnum og okkum starvsfólkum..
Takk fyri hjálpina, vinarliga Mirjam Johannesen, leiðari
hygg her !!
Góðu foreldur viðvíkjandi ForeldraGlugganum.
Sigast skal, at enn kunnu bert tey, sum hava foreldramynduleikan brúka ForeldraGluggan. Hendan skipanin verður ment í næstum, soleiðis at Gluggin ikki bert er tengdur at foreldramynduleika.
Vegna hetta, er tað tískil týdningarmikið, at í minsta lagið, tey sum hava foreldramynduleikan koma við út á Flogið til kunning um ForeldraGluggan, hóskvøldið.
Tit sum hava útfylt telefonnumar og teldupost í Barn skipanini, fáa nú ein teldupost frá Support@asssemble.dk . Vinarliga farið inn tann vegin og takið ForeldraGluggan niður.
Tit sum ikki hava útfylt upplýsingarnar enn inni í Barn skipanini , vinarliga geri tað nú!!
Ynskiligt er, at tit, sum hava foreldramynduleikan hava tikið ForeldraGluggan niður áðrenn foreldrafundin hósdagin 30 sep. Hetta fyri at spara tíð , og umframt tað so kenna tit longu ForeldraGluggan eitt sindur , meðan vit sita og prátu um hann á fundinum.
Vinarliga
Mirjam johannesen, leiðari.
Áminning
Góðu foreldur..
Eg vil hervið minnna tykkum á at fari inn í BARN og tøppi røttu kunning inn idag!!
Soleiðis fert tú inn :
Far inn á torshavn.fo ,
vel dagstovnar
vel BARN , vel bóka pláss,
vel skiljiblaðið við tinum navni á og rætti og ella /skrivi inn tykkara upplýsingar.
Í morgin týsdagin fara vit , starvsfólk í Sólareygað og starvsfólk frá Tórshavnar kommunu at gera klárt til Foreldragluggan, og tá hevði tað verið fantastiskt um tykkara upplýsingar í BARN SKIPANINI eru rættar. Minimum treytin fyri at sleppa inn á foreldragluggan er at tykkara fartelefon nummur eru røtt og standa i røttum teigi i BARN skipanini.
Tað er týdningarmikið at tykkara fartelefon nummar standa r i teiginum “ telefon arbeijde” og ella “ telefon mobil.”.
Og um tit hava eitt fastnet telefon nummar, so skal tað standa i teiginum “ telefon privat”. Um tit ikki hava fastnet, nýtast tit onki at skriva i teigin telefon privat.
Vit síggjast hósdagin 30 sep kl 18.30
Møtið fjølment
Vh Mirjam Johannesen. leiðari
felags foreldra fundur 30.sep
Góðu foreldur
Hóskvøldið 30. september verður felags foreldrafundur í Sólareygað.
Fundurin byrjar kl. 18.30
Á skrá.
18.30: foreldrini fara inn á stovurnar har starvsfólkini greiða frá síni námsætlanum og stevnumiðum fyri stovuna og sum heild greiða d frá hvussu vit arbeiða á stovunum og hvat vit ynskja bæði av tykkum og okkum sjálvum.
Somuleiðis er tíð til at tit foreldur fáa eitt prát tykkara ímillum.
Kl 19.30 Foreldrini ( minst eitt umboð fyri hvørt barni) fara út á Flogið, har Birna Abrahamsen frá Tórshavnar kommunu , kemur at greiða frá Foreldraglugganum, hvussu hann virkar og hvat vit kunnu brúka hann til.
Ætlanin er at tit foreldur hava tykkara smart telefon við ( um tit hava eina slíka ;-)) og soleiðis undir vegleiðing frá Birnu Abrahamsen, kunnu stovna tykkara brúkara hetta kvøldið.
Í samband við at Foreldragluggin so spakuliga verður tikin í brúk her í Sólareygað, vil eg heita á tykkum foreldur, um at fara inn í Barn skipanina at kanna um røttu mailadressur og fartelefonnummar eru upplýst har. Samtíðis verða tit biðin um at hyggja eftir um fartelefon nummari er skriva í ratta teig og ikki er skriva undir fastnet teigin.
Eg vóni tit kunnu kanna hetta áðrenn 28.sep, tí tá skulu vit starvsfólk nevniliga gera eitt ávíst forarbeiðið til at klárgera Foreldragluggan.
Takk fyri.
Vit síggjast hóskvøldið 30. sep. Kl. 18.30.
Vh Mirjam Johannesen, leiðari.
Glæman og Strálan 26 05 opid sum vanligt
Góðu foreldur hjá børnunum í Glæmuni og Stráluni.
Nú eru vit aftur fullmannaði i Glæmuni og stráluni og tískil er opið sum vanligt til kl 17 idag
Vh Mirjam Johannesen
Glæman og Strálan skert tilboð 26.05
Góðu foreldur hjá børnunum í Glæmuni og Stráluni.
Av tí at vit mangla starvsfólk i morgin, vegna sóttarhald til test svar fyriliggja, hava vit bert opið frá kl 07.30 til 15.30 aftur i morgin.
Tó so, um tað vísir seg at starvsfólkini fáa negativt svar tíðliga á morgni, og tey harvið kunnu koma aftur til arbeiðis, so broyta vit opningstíðina til kl 17, og senda boð til tykkum her á heimasíðuni
vh Mirjam Johannesen
Góðu foreldur, vinarliga gevið hesum gætur
Góðu foreldur..
Tað harmar meg almikið, at vit aftur mugu stramma upp uppá tilmælini, men tað er nokk einasta gongda leið,.
- BERT EITT FORELDUR INN Í DURIN Í SENN.
- GERIÐ SKJÒTT AV VIÐ AVLEVERING AVHEINTING
- IKKI KOMA INN Á SJÁLVAR STOVURNAR.
- VASKA HENDUR SAMAN VIÐ BARNINUM ÀDRENN AVLEVERING.
- ONGA LEIKU VIÐ.
- UM BARNIÐ HEVUR SJÚKUEYÐKENNIR, HALDIÐ TAÐ HEIMA, TAKK.
TAKK FYRI
kunning sambært økt corona trýst , mai 21
24.05 21
Góðu foreldur.
Vit hava so at siga opið sum vanligt i morgin, tó so, vøggustovurnar mugu stongja kl 15.30 i morgin, ti onkur starvsfólk eru i sóttarhaldi.. og barnagarðsstovurnar kunnu ikki lukka saman, ti vit ikki hava loyvi at blanda børnini .
Vegna økt corona trýst vilja hervið vit heita á tykkum um at lesa tilmælini aftur.. Hetta eru tilmælið vit fingu í jan. 21 men hesi skulu vit sambært sóttarnevndina framvegis haldast fast í):
Tilmæli í samband við corona
Barna og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu vil við hesum heita á allar stovnsleiðarar í kommununi um at fylgja hesum nýggju tilmælunum. Hesi tilmælini eru tey somu, sum heilsumyndugleikarnir vísa til, men við hesum hava vit afturat tikið støði í avbjóðingunum á dagstovnaøkinum og námsfrøðiliga arbeiðinum.
Coronavirus
Coronavirus gevur infektión í andaleiðina. Sjúkueyðkennini kunnu minna um vanligt krím, men tey kunnu eisini gerast meira álvarsom, so sum ringur lungnabruni.
Virusið smittar millum persónar við dropum. Dropar breiða seg góðar tveir metrar í luftini, tá ið tú hostar ella nýsir, áðrenn teir fella til jarðar. Virusið verður sostatt verandi í luftini. Virusið smittar einans gjøgnum slímhinnuna, vanliga í nøsini, munninum og eygunum.
Tú verður smittað/ur, um tú stendur nær við ein persón, sum letur dropar, t.d. við at klemma teg, hosta ella njósa og droparnir enda í slímhinnuni í nøsuni, eygunum ella munninum. Tú kann eisini verða smittaður, um tú nertur við okkurt, har dropar eru á og tú síðan nertur við nøsina, eyguni ella munnin.
Eingin veit enn við vissu, um smittað fólk uttan sjúkueyðkenni kunnu smitta onnur.
Sjúkueyðkenni
Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Tú kanst fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. Tað kann av somu orsøk vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og COVID-19 og tú hevur vanliga ikki brúk fyri læknahjálp, tá ið sjúkan er á hesum støðinum.
Summi fáa hinvegin sterkari sjúkueyðkenni. Eftir fýra til sjey dagar verður hostin verri, fepurin verður hægri, og tú kanst vera tung/ur fyri ondini. Summi fáa so ringan lungnabruna, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.
Tey vanligu sjúkueyðkennini eru hesi:
- Turran hosta
- Hosta við slími
- Fepur
- Høvuðpínu
- Mistan luktisans
- Mistan smakkisans
- Møði
- Vødda og/ella lið pínu/pínu í kroppinum
Minni vanlig sjúkueyðkenni:
Tað eru eisini coronatilburðir, sum eru staðfestir, har sjúkueyðkennini hava verið øðrvísi enn tey vanligu sjúkueyðkennini. Minni vanligu sjúkueyðkenni eru:
- Kuldakenska ella kuldaskjálvti
- Manglandi matarlyst
- Diarré
- Kvalma
- Tipta ella rennandi nøs
- Trongd/andaneyð og trýst fyri bringuni
Ofta settur spurningur til coronaráðgevingina
Millum oftast settu spurningarnar til coronaráðgevingina er hesin spurningurin og hetta er eisini ein spurningur sum gongur aftur, tá starvsfólk og leiðarar ringja til Barna- og ungdómsdeildina.
Eg havi havt samband við persón, sum hevur verið í samband við persón við smittu. Hvat nú?
Svar:
Fyri at blíva smittaður er neyðugt at hava beinleiðis samband við ein persón, sum hevur smittuna. Tað vil siga, at tú til dømis hevur tikið í hondina á viðkomandi, verið andlit til andlit/í høli samn innanfyri 2 metrat og longri enn 15 minuttir, røkta persón við covid- 19-smittu uttan verndarútgerð. Sostatt ert tú ikki í vanda, fyrr enn tann, sum tú hevur verið í samband við, verður smittaður. Landslæknin hevur ábyrgdina av at finna fram til tey, sum hava verið í beinleiðis samband við ein smittaðan persón, og meta um, um tey skulu í sóttarhald.
Sóttarhald
Um eitt starvsfólk er vorðið smitta ella hevur sjúkueyðkenni, so skal viðkomandi lata seg kannað og fara í avbyrgt sóttarhald beinanvegin. Um eitt starvsfólk hevur verið í beinleiðis samband við ein persón, sum hevur fingið staðfest coronasmittu, so skal viðkomandi lata seg kanna og fara í avbyrgt sóttarhald beinanvegin. Landslæknin áleggur øllum, sum fáa staðfest covid-19 og eisini teimum, ið hava verið í beinleiðis samband við persón, ið hevur covid-19, at fara í avbyrgt sóttarhald í 10 dagar. Hetta merkir, at viðkomandi skal avbyrgja seg frá øðrum heima við hús. Tú fert ikki til arbeiðis, ørindi ella av matrikklinum, har tú ert avbyrgd/-ur. Tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki tey, tú býrt saman við.
Um eitt starvsfólk, sum hevur verið til arbeiðis, fær staðfest corona, so er tað ein meting, sum landslæknin ger, um onkur skal lata seg kannað og fara í sóttarhald. Tað er sostatt landslæknin, sum setur seg í samband við stovnin og gevur boð um hetta, um hann metur tað vera neyðugt.
Um børn hava sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, so mugu tey ikki koma á stovn.
Eru starvsfólk ella børn sett í sóttarhald, skulu tey ikki møta fyrr enn heilsumyndugleikarnir hava givið tilsøgn um hetta.
Heitt verður á starvsfólk, um at ansa væl eftir sjúkueyðkennum hjá bæði starvsfólkum og børnum.
Reinførið
Øll fólk, sum hava sína gongd á dagstovunum, skulu vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu ofta og dagliga og nýta hondspritt um neyðugt er. Til dømis, áðrenn fari verður undir at fyrireika matin ella áðrenn fari verður inn aftur frá spæliplássinum.
Foreldur vera biðin um at vaska hendurnar á barninum, tá tey koma á stovnin og skulu sjálvi eisini vaska ella spritta hendur.
Frástøða
Starvsfólk, foreldur og børn skulu halda frástøðu og tískil verður í løtuni ikki givið lógvatak, klemm ella onnur kropslig kontakt, um tað ikki er neyðugt í mun til tørvin hjá barninum. Hetta merkir ikki, at starvsfólk slettis ikki mugu hava kropsliga kontakt við børnini, men at hetta verður gjørt við fyrivarni. Heitt verður á, at fólk skipa seg soleiðis, at ikki ov nógv eru saman samstundis.
Foreldur sum avlevera børn síni á stovni, verða biðin um at gera skjótt av. Foreldur skulu bert koma inn í gongina, tá tey avlevera um morgunin og heinta seinnapart. Best er um sama foreldur avleverar og heitar barni. Samrøður og avtalur millum foreldur við avheintan og avlevering skulu ikki fara fram á stovninum. Í staðin vera foreldur biðin um at gera avtalur og tosa saman í telefon.
Brúk av masku
Fyrispurningur er komin, um starvsfólk á dagstovnaøkinum skulu til at brúka masku vegna støðuna viðvíkjandi corona. Hóast vit vilja gera, so nógv sum yvirhøvur til ber fyri at byrgja upp fyri smittu á dagstovnaøkinum, so meta vit ikki at brúk av masku er ráðilig. Við atliti til tað námsfrøðiliga arbeiði, sum okkara starvsfólk skulu gera úti á stovnunum, so er tað ikki í tráð við okkara virðir og hugburð, at brúka masku í dagliga arbeiðinum við børnum. Ongin starvsfólk á dagstovnaøkinum skulu tískil brúka masku til arbeiðis.
Flyting millum stovur
Mælt verður til, at dagstovnavirksemið verður skipa soleiðis, at børn og starvsfólk ikki flyta ímillum stovurnar, men eru fast á somu stovu. Hetta sjálvsagt í tann mun tað ber til.
Innkoyring á stovn
Foreldur sum skulu koyra barn teirra inn á stovn, kunnu sum undantak koma inn á stovnin. Hetta fyri at tryggja eina góða og trygga innkoyring fyri barni. Mælt verður tó til, at bert eitt og sama foreldur stendur fyri innkoyringini. Starvsfólk á stovninum verða biðin um at skipa innkoyringina best møguligt í mun til tilmælini.
Yvirlit yvir skipan av dagliga námsfrøðiliga virkseminum á stovninum
- Stovurnar á einum stovni skulu vera atskildar. Børnini mugu ikki vitja á øðrum stovum og starvsfólk skulu í mest møguligan mun vera á teirra egnu stovu við tilhoyrandi børnum. Hetta fyri at minka um smittuspjaðing.
- Námsfrøðiliga arbeiði skal skipast soleiðis, at børnini eru úti, so nógv sum tað er ráðiligt.
- Umráðandi er at halda frástøðu og tískil verður mælt til, at børnini verða deild upp í minni bólkar og skipa verður fyri spølum og øðrum í minni bólkum.
- Vøggustovubørn eru serliga sárbær, tá tað kemur til umsorgan og nærleika og tí er tað ikki møguligt at fremja námsfrøðiligt virksemi í einari vøggustovu við generellu tilmælunum, sum eru sett fram her. Tað er neyðugt at vera um vøggustovubørnini eins og áður og hava høvi til at geva teimum t. d. eitt klemm, um tað er tørvur á tí, men vit vilja tó framhaldandi heita á starvsfólk í vøggustovum um at hava reinførið í hásæti og halda frástøðu í tann mun tað ber til.
Praktisk viðurskifti
- Børnini skulu ikki hava leikur við á stovn.
- Starvsfólk skulu spritta allar yvirflatir, vesir, handtøk og kontaktir tvær ferðir um dagin.
- Foreldur at fleiri børnum skulu avlevera børnini í heimastovunum.
- Starvsfólkafundir, foreldarfundir og onnur líknandi tiltøk skulu avlýsast ella umskipast soleiðis at frástøðan kann haldast. Mælt verður tí til, at neyðugir fundir verða hildnir uttandurað í frástøðu ella við at nýta telduskipanir.
- Børnini skulu altíð hava nokk av skiftiklæðum, regnklæðir, gummistilvar og heit klæðir við, tí mælt verður til, at børnini eru úti, so nógv sum til ber.
- Foreldur, sum avlevera børn síni um morgunin kunnu koma inn í gongina á stovninum og skulu avlevera matpakkar og klæðir á plássinum hjá barninum, men ikki fara inn á stovnin.
Ferðing
Coronafarsóttin ger enn um seg í Føroyum og hetta ávirkar í stóran mun dagliga virksemi úti á dagstovnunum. Serliga viðvíkjandi ferðing hjá starvsfólkum, foreldrum og børnum, har dagstovnaøkið er í einari heilt serligari støðu. Tí er tað neyðugt at finna eina skilagóða loysn, soleiðis at dagstovnaøkið ikki er óneyðugt útsett í mun til smittuvanda komandi tíðina og so leingi vit eru í hesari serstøðu.
Fyri at verja okkara børn, starvsfólk og virksemi í mest møguligan mun ímóti corona, vilja vit vísa til nýggju almennu tilmælini í samband við corona viðvíkjandi ferðing uttanlands. Hesi eru at finna á www.corona.fo
Barna- og ungdómsdeildin mælir til:
- At tey, ið eru í sóttarhaldi ikki koma á dagstovnarnar.
- At foreldur, í tann mun tað letur seg gera, hava børn síni heima inntil negativt svar fyriliggur av coronakanning, vísandi til almennu tilmælini um at vísa serligt varsemi.
- At øll sum koma til Føroya úr útlondunum, fylgja almennu tilmælunum um at lata seg kanna. Øll ferðandi til landið skulu kannast, tó eru børn yngri enn 12 ár frítikin. Ferðandi skulu fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt.
Barna- og ungdómsdeildin hevur viðgjørt hesi tilmæli, sum eru vegleiðandi, men skulu fylgjast á best møguligan hátt við atliti til námsfrøðiliga arbeiði úti á stovnunum. Stovnar eru ymiskir og tískil kunnu avbjóðingarnar vera ymiskar í mun til at skipa seg í tráð við hesi nýggju tilmæli, men heitt verður á allar dagstovnaleiðarar, um at skipa dagliga arbeiði best møguligt eftir umstøðunum og við atliti til hesi nýggju tilmælini.
Um nýggj tilmæli koma frá myndugleikunum, so venda vit aftur viðvíkjandi nýggjum tilmælum til dagstovnaøkið. Heitt verður tó á allar dagstovnaleiðarar um at fylgja við og halda seg dagførdan á www.corona.fo. Her eru øll tilmæli at finna og síðan verður dagførd javnan. Harafturat skal enn einaferð gerast greitt, at tað er landslæknin, sum er ovasti myndugleiki, tá avgerð skal takast um fólk skulu í avbyrgt sóttarhald og tí er tað landslæknin, sum setur seg í samband við einstøku stovnarnar, um hann metur at okkurt barn, starvsfólk ella heilar stovur skulu fara heim í avbyrgt sóttarhald.
Barna- og ungdómsdeildin
Tórshavnar kommuna
Jólahald
Góðu foreldur
Jólahugni verður mikudagin 9. Des. frá kl. 15.00 til 16.45.
Sum tit longu hava fingið at vita, verður okkara jólahugni hildin úti í garðinum í ár.
Í strembanini eftir at fylgja almennu tilmælunum, krevst serligt ansni!
Vit hava tí valt, at jólahaldið bert verður fyri foreldrum.
Vit hava valt, at børnini ikki framføra í ár, hetta fyri at halda okkum til tilmælini og harvið minka um sannlíkindini fyri at standa ov tætt.
Vit bjóða kakao og bollar.
Kunningarskriv
Kunningarskriv
til foreldur.
24. nov frá kl 09.15 Myndatøka
Ein góðan dag
í millum 8. Des og 11. Des. kl 15 til 17 Uttandura jólahald
5. feb 20 21 Ráðleggingardagur
Í samb. við ráðleggingardag er stovnurin stongdur
nýggj kunning
Góðu foreldur.
Hóast tamarhald er komi á støðuna viðvíkjandi corona, og samfelagið, sum heild verður normaliserað, so mæla vit til halda fast í, at nøkur tilmæli framhaldandi vera fylgd.
Tó so, frameftir veitur stovnurin aftur millummála og tískil skulu tit bert hava ein matpakka við , men samtíðis, heita vit á tykkum foreldur, um aftur at taka frukt við, galdandi frá mánadegnum 14. sep .
Til vøggustovubarnið ynskja vit, at at taka 2 fruktir pr. viku.
Til barnagarðsbarnið ynskja vit at tit taka 3 fruktir pr. viku.
Vinarliga takið fruktirnar við mánadag og í seinasta lag týsdag
Tey nýggju tilmælini gera tað fríari hjá børnum og starvsfólkunum á stovnunum at vera saman og tað eru vit sera glað fyri.
Vit mæla tó framhaldandi til, at:
- Foreldur gera skjótt av um morgunin.
- Foreldur bert koma inn í gongina á stovninum, tá tey koma við børnunum um morgunin og heinta seinnapart.
- Foreldur vaska hendurnar hjá barninum, áðrenn avlevering.
- Foreldur, avlevera matpakka, fruktina og klæðir á plássinum hjá barninum.
Av tí at tit foreldur skulu gera skjótt av við avlevering/avheinting , hava vit starvsfólk kensluna av, at vit og tit eftirhondini mangla tað dagliga prátið um tykkara barn. Men góðu tit, um tað als ikki ber til at fáa eitt lítið prát i garderobuni, vælsignaðu tit! ringið endiliga til okkum.
Gott vikuskifti J
Vinarliga
Mirjam Johannesen, leiðari.
vit síggjast mánadagin 7 sep
Sólareygað 05.09.20
Góðu foreldur.
Hesi boð hava vit fingið frá Kommunufelagnum, mikudagin 2. Sep.:
“Er støðan óbroytt, tá ið hendan vikan er farin, metir Koronaráðgevingin, at tað er ráðiligt at:
- Børnini kunna spæla saman uttan avmarkingar á dagstovnum í kommununum
- Starvsfólkini kunna flyta ímillum stovur uttan avmarkingar.
- Samstundis verður mint á at halda seg til almennu tilmælini um reinføri.
- Børn og vaksin vaska hendur, tá tey koma á stovnin og annars eftir tørvi. “
Kommunufelagið.
So longu frá mánadegnum av kunnu starvsfólk og børn aftur kunnu vitja aðrar stovur og tað gleða vit okkum til.
Hvat inniber hetta fyri tykkum, foreldur?:
Bert tað at, bert 2 stovur hava opið til kl. 17, hinar 2 stovurnar stongja/leggja saman kl. 16.30. Tit foreldur sum heinta eftir kl. 16.30, skulu ikki koma inn í stovurnar, men fara til tann durin har barnið er, eftir kl. 16.30 og banka uppá.
Umframt hetta so ynskja vit framvegis at halda fast í hesi mannagongd:
- At foreldrini/ avvarandi ikki koma inn á stovurnar.
- Banki uppá tá tit eru klár at avlevera.
- Haldið frástøðu, eisini i durinum
(Vit meta, at í mesta lagi 2 foreldur kunnu verða inni í durinum í senn fyri at halda frástøðuna.)
4. Vaska hendur hjá barninum við avlevering.
5. Gerið skjótt av í samband við avlevering og avheinting.
6. Havi 2 matpakkar við, ein til frokost og ein til millummála.
7. Ikki taka frukt við, tí tað keypa vit.
8. Ringið endiliga til okkum, so tit faa eitt prát um barnið
Vikan sum farin er, hevur eisini gingið stak gott , og tað er eisini tykkum at takka.
Nú síggja vit fram til eina nýggja viku, har børn og vaksin kunnu koma at uppliva ein meira fjølbroyttan dag, í og við, at tey sleppa at ferðast frá stovu til stovu og harvið uppliva ein meira opnan stovn enn tey hava uppliva tað seinastu tíðina.
Framhaldandi gott vikuskifti og vit síggjast mánadagin.
Vinarliga Mirjam Johannesen, leiðari
vit síggjast mánadagin 22 august
Góðu foreldur.
1000 takk fyri at tit fylgja tilmælunum. 1000 takk fyri at tit hava brúkt munnbind alla hesa vikuna. 1000 takk fyri at tit hava gjørt so skjótt av i samband við avlevering/avheinting. 1000 takk fyri at tit eru so jalig og taka alt víð einum smílið.
Eg veit onkur tykkara sigur at munnbind ikki verjur , meen vit kunnu tó siga so mikið, at tað hevur givið okkum starvsfólkum eina kenslu av at verða vard.
Gott um tit halda fram við tí, í komandi viku, tó er hetta ikki eitt krav í Sólareygað meira, bert eitt ynski
Enn er corona støðan ikki undir kontrol, so vit mugu enn taka hesi serligu atlitini:
- Haldið fjarstøðu.
- Bert eitt foreldur inn i durin i senn
- Vaska hendur hjá barninum við avlevering
- Gerið skjótt av i samband við avlevering og avheinting.
- Havi 2 matpakkar við.. ein til frokost og ein til millummála. Ikki taka frukt við, tí tað keypa vit.
- Við innkoyring, sleppa foreldur inn, treyta av at tey brúka munnbind.
- Ringið endiliga til okkum, um tit hava brúk fyri einum prátið, vit eru har til tað sama.
Vit halda fram við, at stovurnar eru atskildar, og harvið sleppa børnini framvegis ikki at vitja aðrar stovur. .. men úti i garðinum eru øll vøggubørnini saman og øll barnagarðsbørnini saman.
Hendan vikan, sum er um at fara aftur um bak, hevur gingið stak gott , og tað er tykkum at takka. Tit hava jú gjørt børnini klár til hesa støðu og tað eru vit tykkum sera takksom fyri.
Vit síggjast mánadagin
vit opna aftur mánadagin 17 august
Dagstovnarnir lata varisliga uppaftur mánadagin
Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu fara eftir ætlan at lata varisliga uppaftur mánadagin 17. august 2020 vanligu upplatingartíðirnar. Frítíðarskúlarnir lata eisini upp samstundis sum skúlarnir týsdagin 18. august 2020, og ungdómstilboðini fara eisini at byrja aftur.
Koronaráðgevingin metir ráðiligt at lata uppaftur í komandi viku samsvarandi teimum vegleiðingum frá Koronaráðgevingini, sum dagstovnaøkið virkaði eftir áðrenn summarfrítíðina, sí leinki niðanfyri.
Kommunan hevur í hesum sambandi skipað fyri kanningum av starvsfólkunum til tess at geva størst møguliga trygd fyri, at starvsfólkini ikki hava koronasmittu, nú stovnarnir lata uppaftur.
Fyrireikað verður eisini skipan, har starvsfólk á dagstovnaøkinum regluliga kunnu lata seg kanna komandi tíðina.
Ávísir stovnar kunnu verða noyddir at hava skert virksemi eitt nú um starvsfólk ikki eru tøk vegna sóttarhald. Um so er, fáa foreldur boð um tað frá avvarðandi dagstovni.
Kommunan fylgir neyvt við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum. Sum omanfyri nevnt verður virksemið á stovnunum skipað eftir galdandi tilmælum frá Koronaráðgevingini.
Kunning um vegleiðing frá Koronaráðgevingini, tilmæli og góð ráð um smittufyribyrging fáast her:
- Góð ráð til foreldur at børnum, sum byrja aftur á stovni: www.corona.fo/dagstovnaokid
- Vegleiðing fyri upplating av dagstovnunum: https://corona.fo/upload/tinymce/490ce5bea09e58fffa97ea637fdf90fedd0f8108.pdf
- Vegleiðing til upplating av skúlum og frítíðartilboðum: https://corona.fo/upload/tinymce/ef684a6912e01bf3a77d5f67355d336e7431ae6a.pdf.
Tórshavnar kommuna
Neyðansing frá týsdegnum 11.aug
okkara leiðreglar frá 25 mai at rokna
Góðu foreldur.
Ja nú eru nakrar vikur farnar, við varliga opnum dagstovnum, og enn er ongin tilburður av Korona staðfestur aftur í FO, so tað er veruliga at gleðast yvir.
Tað hevur verið deiligt hjá okkum at byrja aftur og so herligt aftur at verða saman við tykkara deiligu børnum. Vit meta at tað hevur gingið framúr væl. Tað er sum um, at hendan tíðin hevur gjørt okkum øllum gott, vit og børnini eru úthvíld og børnini eru so glað fyri aftur at verða saman við sínum vinum og tey eru so røsk at vaska hendur, standa í kø, lata seg í , halda seg í sínum parti av garðinum, tey eru so røsk at ganga túr, røsk at eta úti, ja í heila tikið, hava tey eina fantastiska orku, gleði og forstáilsi fyri teim nýggju mannagongdunum.
Frá nú av er ikki neyðugt, at tit tilmelda barnið, men vit ynskja tó at tit, tá tit koma við barninum, skriva í eitt skjal í durinum, hvat klokkan tit heinta barnið tann dagin og, so vítt gjørlig, fylla út fyri fleiri dagar fram.
Grundin til, at vit ynskja at vita tíðspunkt fyri avheinting, er at vit i hesi corona tíð, gera alt vit eru ment at deila børnini upp í bólkar, og at fara túrar við teimum. Vit vita jú at smittuvandin minkar , um vit eru uttandura. Í tí sambandi er tað sera gott fyri okkum at vita, hvat kl. vit skulu vænta at barni verður avheinta ,hetta so vit vita tað, tá vit fara túrar seinnapartar, ella á annan hátt skipa spælibólkar.
Hóast vit eru corona frí ynskja vit:
- At barnagarðsbørnini hava 2 eti-klárir matpakkar við.
- At vit keypa fruktina til barnagarðsstovurnar
- At vøggustovurnar hava 1 etikláran matpakkan við og fáa millummála frá stovninm
- At vøggustovu barnið aftur hevur 2 fruktir við um vikuna( helst mánadag)
- At børnini verða avlevera í durinum.
- At tit eru har/ hjálpa barninum at vaska hendur við hvørja avlevering.
- At avleveringin og avheintingin , gongur skjótt fyri seg.
- At bert ein persónur avleverar og heintar barnið. ( tað nýtist ikki at verða foreldrini)
- At bert eitt barn verður avlevera heinta i senn, ( eitt i durinum i senn)
- At tit í samband við at avlevera/ avheinta gera skjótt av, so barnið ikki skal bíða so leingi.
- At tit fylla skjal út í durinum, við upplýsingum um nær tit heinta barnið.
- At tit IKKI GERA SPÆLIAVTALUR Í DURINUM, tí hetta er tíðarkrevjandi og oftani rættiliga keðiligt fyri tey børn, sum ikki eru ein partur av spæli -avtaluni. Vit ynskja at spæli-avtalur verða gjørdar heimanfrá.
- At barnið ikki hevur leiku við( tó undantikið okkurt sovi dýr, sum verður liggjandi i vogninum og ikki ferðast ímillum stovn og heim i hesum corona tíðum)
Fyri at yvirhalda tilmæli um ikki at blanda stovur, er ikki loyvt at lukka stovur saman, so tað krevur eitt broytt arbeiðsskema. ( Vit hava tó verið noydd til at lata Pisurnar fara inn í teirra heimastovur áðrenn kl. 08 og eftir kl. 16, sum eitt undantak )
Somuleiðis, fyri at halda tilmæli, skulu vit vaska og spritta leikur og annað á stovuni, minst eina ferð um dagin, og hetta leggja vit inn í skemaði, tá vit hava eitt yvirlit yvir, nær børnini eru á teim ymsu stovunum. Og ikki minst, brúka vit sera nógva tíð uppá at vit vaska hendur, men alt hetta gongur gott og í einum passaligum tempo J
Vinarliga
Mirjam Johannesen, leiðari
Um tit hava nøkur ivamál, eru altíð vælkomin at ringja á tlf 287150
Ps
Eg sendi tykkum eisini einastu vegleiðingar vit fingu í mun til at halda tilmali
vegleiðing fyrir tíðarskeiðið 11. mai og 2 vikur framm
Sunnukvøld 10. Mai
Góðu foreldur.
Takk fyri tykkara tilmeldingar, og vit gleða okkum at síggja fleiri tykkara í morginárini.
Og til tykkum, sum verða heima eina tíð enn, síggi bara burtur frá hesum mailinum í fyrstu syftu og vit síggjast, tá vit síggjast J
Enn hava vit ikki fingið tær avtalaðu vegleiðingarnar frá corona ráðgevingini, og tað er sjálvsagt bæði harmiligt og óskiljandi, men klokkan gongur og nú velji eg, av mínum eintingum, at senda tykkum nøkur tilmælir, sum vit sum starvsfólk ynskja at halda fast í, tær komandi 2 vikurnar:
Hetta ynskja vit:
- At bert eitt foreldur avheintar / avleverar sítt barn .
- At tit vaska hendurnar hjá barninum, í durinum, áðrenn tit avlevera barnið
- At tit bert koma inn í durin við barninum ( eitt foreldur i senn) og at tit gera skjótt av við avheintan og avlevering, so køin ikki gerst long uttanfyri.
- At tit hava 2 matpakkar við, ein til kl.12 og ein til millummála ( báðir skulu verða eti-klárir, so tað er lætt at taka teir við út.) Vit keypa frukt.
- At tit ikki avlevera/ avheinta um tit hava verið uttanlanda ella á annan hátt i vanda fyri at hava fingið Korona
- At tit ikki koma við barninum, um tað snorar ella hostar ella á annan hátt vísir sjúkueyðkennir.
Eitt av landsins tilmælum er, at í mesta lagi 50 fólk, skulu samlast á einum stað. Hetta loysa vit við at deila stovnin í tvey.
Glottin og Ljósið eiga ovara part av garðinum og Glæman, Strálan og Pisurnar fremra part av garðinum og samstarv millum stovur, gongur eisini handan vegin.
Børnini koma sostatt at verða saman við øðrum børnum og starvsfólkum og ikki bara børnunum á síni stovu, men eisini saman við øðrum frá stovuni, sum tey deila garðin við.
Tilmæli um frástøðu uppá 2 metrar halda vit ikki til børnini, tí vit meta hvørki at tað ber til, ella sømir seg , tá talan er um at verða um børn.
Vit ynskja sjálvsagt at halda fast i hondreinføri, og so vítt sum tilber at sóttreinsa eftir førimuni.
Vit síggjast í morgin
Vinarliga Mirjam Johannesen,
leiðari,
tlf 287150
tilmelding fra 11. mai
Góðu foreldur og børn á dagstovninum Sólareygad
Í síðstu viku boðaði Løgmaður frá, at enn meira ferð skuldi setast á samfelagið. Flestu øll skulu nú aftur til arbeiðis og eisini fara fleiri skúlanæmingar aftur í skúla. Vit starvsfólkini á dagstovninum gleða okkum tí til, at síggja tykkum øll aftur, undir skipaðum umstøðum.
Vit lata tí nú upp fyri, at øll børnini koma aftur á stovn frá mánadegnum 11. Mai at rokna og tey foreldur ið ynskja ansing vil eg biðja um, at fylla hetta skjalið út og senda mær tað aftur í seinasta lagi sunnudagin kl. 12:00 á mirjamj@torshavn.fo
Navn á barnið:
Foreldur:
Telefon nr.:
Dagfesting: |
Koma frá kl. |
Fara frá kl. |
Hava Frí. |
11. 05. 2020 |
|
|
|
12. 05. 2020 |
|
|
|
13. 05. 2020 |
|
|
|
14. 05, 2020 |
|
|
|
15. 05. 2020 |
|
|
|
18. 05. 2020 |
|
|
|
19. 05. 2020 |
|
|
|
20. 05. 2020 |
|
|
|
frí |
|
|
|
22. 05. 2020 |
|
|
|
Hetta er ikki ein kravd tilmelding, men eitt ynski hjá okkum, so vit betur fáa gjørt eina skynsama arbeiðsætlan.
Sambært Føroya Kommunufelag var ætlanin, at landsins myndugleikar í sambandi við at dagstovnarnir nú opna fyri øllum børnunum, skuldi dagføra tær vegleiðingarnar sum vóru sendar kommununum 16. apríl. Hetta arbeiðið er enn ikki heilt liðugt, men tað væntast, at nýggjar vegleiðingar verða tøkar í vikuskiftinum.
Tí kemur nærri kunning í vikuskiftinum og vil eg hervið biðja tykkum um at vera á varðhaldi á Facebook vanganum hjá stovninum.
Blíðar heilsanir Mirjam Johannesen
Góðu foreldur um tiðarskeiðið .4. til 7 mai
Tórshavnar Kommuna, hevur valt at halda fast í teim tilmælum, sum komu út í síðstu viku.
Sostatt er ongin broyting í mun til tilmeldingina av tykkara barnið i viku 19, tvs tíðarskeiðið 4. til og við 7. mai
Tvs at tit sum hava melda tykkara barn til, tit koma sum avtala , teir dagar tykkum eru tillutaði.
Tey, sum ikki hava melda børn síni til, tey kunnu IKKI KOMA, i komandi viku.
fra 11. mai opnar samfelagið enn meira upp, og taå fara tit at hoyra nærri um í komandi viku
Eru tit i iva um okkurt, eru tit vælkomin at ringja til mín á tlf 287150
vinarliga Mirjam Johannesen, leiðari
vh Mirjam Johannesen
tilmeldingar skjal til tær næstu 2 vikurnar
her er tilmeldingarskjalið
https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1757
Skjali skal sendast aftur umvegis teldupost til dagstovnaleiðaran.
T post adr : mirjamj@torshavn.fo
Seinasta freist, at boða frá ynskinum um dagstovnaplássi er á miðnátt 23.04.2020
Til foreldrini at teim børnunum sum, byrja, nú vit opna varisliga upp aftur.
Góðu foreldur.
Loksins kom dagurin, tá vit varliga fara at lata Dagstovnin Sólareygað upp aftur.
Veruleikin fyri okkum øll, er sera nógv broyttur síðan vit lótu aftur. Vit hava øll fingið aðrar treytir at virka undir. Tí fara vit at skipa dagin á stovninum soleiðis, at tað verður trygt og gott hjá okkum øllum.
Okkara ynski er at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag saman við børnum tykkara. Við forvitni, hugflogið, spæli og lívsgleði.
Vit vilja, at børnini koma á stovn, uttan ótta og ampa, hóast tí óskiljandi vitan, sum tey hava fingið tann seinasta mánaðin.
Vit fara, við jaligari vegleiðing, at eggja børnunum til at verða sjálvbjargin. Vit fara at leggja dent á, at verða so nógv sum gjørligt uttandura, soleiðis at børnini sleppa at spæla uttan stórvegis avmarkingarnar. Vit fara túrar, har børnini sleppa at nýta hugflogið og kroppin.
Vit fara at hava fokus á reinføri og vit ynskja, at tit heima eisini tosa um týdningin av reinføri, og hetta við at vaska hendur væl og virðiliga, fleiri ferðir um dagin.
Avlevering / heinting:
Tit foreldur skulu bert koma til durin.. og bert eitt foreldur í senn. Ringið tá tit standa uttanfyri og klár at avlevera.
Vit ynskja at bert annar tykkara avleverar og avheintar , hetta fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing.
Vit heita á tykkum, um at gera skjótt av, í samband við avlevering /heinting og um gjørligt, tosa við barnið um hetta, áðrenn tit koma við tí.
Viðv matpakka:
Barnið skal hava frukt, eti- kláran matpakka og ein bolla ella eina klemmu/ “klappsammen” til millummálan. Hetta skal verða í einum posa/eskju. Týdningarmikið er, at matpakkin er lættur at handfara, soleiðis at tað er upplagt hjá okkum at fara út um garðin at eta matpakkan.
Viðv skiftiklæðum :
Týdningarmikið at barnið hevur nokk av skiftiklæðum við, og sambært tilmælinum skulu børnini
skifta klæðir hvønn dag.
Av tí at vit fara at verða úti sum mest , eisini í samband við avlevering, skal barnið verða ílatið eftir veðrinum, tá tað kemur á stovnin.
Viðv. leiku.
Barnið kann ikki hava leiku við á stovnin. Um barnið hevur ein sovi “klút”, so skal hesin liggja í
vogninum, men skal ikki ferðast ímillum stovn og heim.
Viðv sjúku.
Børnini mugu ikki hava nøkur sjúkueyðkennir, tá tey koma á stovn, tey mugu ikki snora, ikki hosta tá tey koma. Um tey, ella onnur í familjuni hava sjúkueyðkennir, kann barnið ikki koma á stovn 48 tímar eftir síðstu sjúkueyðkennir.
Eru nøkur ivamál eru tit vælkomin at ringja til min.
Mirjam Johannesen, leiðari, tlf. 287150
Vit opna varliga aftur
Góðu foreldur
Vit hava enn ikki fingið leiðreglar frá Korona bólkinum, men víst er tað, at mánadagin 20. apríl lata vit stovnarnar varisliga upp aftur.
Vit, starvsfólk á Dagstovninum Sólareygað, hava gjørt okkum so klár sum tilber til hetta.
Vit fara at leggja dent á at taka serlig fyrilit, soleiðis at børnini og vit starvsfólk eru so trygg sum tilber, har reinførið verður í hásæti.
Vit fara tó ikki at lova tykkum foreldrum inn á stovnin. Tit koma inn í durin, og eftir at tit hava vaskað hendurnar á barninum, tekur eitt starvsfólk ímóti tykkum, og tit foreldur siga farvæl . Børnini fara at halda til á síni egnu stovu og allarhelst uttandura, børnini sleppa bert ( í smærri bólkum) at vera saman við børnunum á teirra egnu stovu.
Vit fara ikki at halda 2 metrar frástøðu, tí tað ber jú ikki til. Vit fara inn í relatiónin við tykkara barn, koma kropsliga tætt tá tað er neyðugt, hetta fyri at tryggja tað góða og gevandi sambandið við tykkara barn. Tit melda til á torshavn.fo og tá vit seinni í dag fáa eitt yvirlit yvir, hvørji børn koma á okkara stovn, so venda vit aftur til tykkum við gjøllari kunning.
Her eru teir donsku leiðreglarnar og væntandi kunnu vit væmta okkurt líknandi:
Nye regler og krav til børnehaver og vuggestuer
Børn og ansatte skal vaske hænder minimum hver anden time. Korrekt udført håndvask tager ca. 45-60 sekunder.
Rengøring af toiletter to gange om dagen.
Afvaskning af alle overflader med sæbevand og afspritning to gange om dagen.
Alt legetøj vaskes to gange dagligt.
Sengetøj skal vaskes en gang om dagen.
Rengøring og desinfektion to gange om dagen af vandhaner, toiletknapper, toiletsæder, bordoverflader, dørhåndtag, køleskabslåge/-håndtag, gelændere, armlæn, lyskontakter, greb på vaskemaskine og tørretumbler m.v.
Seks kvadratmeter pr barn i vuggestuer og fire kvadratmeter per barn i børnehaver (fordobling i forhold til nuværende anbefalinger)
Hvis muligt skal børnene afleveres uden for.
Børn ved borde skal placeres med mindst to meters mellemrum.
Børn skal så vidt muligt blive på den samme stue og i de samme grupper og med
den samme voksne.
Der skal ikke leges med børn på andre stuer.
Legepladsen kan inddeles, så børnene kun leger med de samme børn fra faste, mindre grupper af fx fem børn.
Kilde: Sundhedsstyrelsens vejledning for gradvis, kontrolleret genåbning af dagtilbud
Vinarliga Mirjam Johannesen
Vit opna varliga aftur
Góðu foreldur
her er kunning frá Tórshavnar kommunu:
Stigvís og varlig upplating av dagstovnum í Tórshavnar kommunu
Fyri páskir boðaði landsstýrið frá, at dagstovnar lata upp mánadagin 20. apríl 2020. Eisini boðaði landsstýrið frá, at foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava børn síni heima.
Í løtuni fyrireikar Tórshavnar kommuna, hvussu vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar lata upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast. Í hesum sambandi hevur Coronaráðgevingin hjá landsstýrinum gjørt vegleiðing um stigvísa og varliga upplating av dagstovnum (sí leinki...).
Liður í fyrireikingunum er, at foreldur beinanvegin og í seinasta lagi hósdagin 16. apríl 2020 kl. 12.00 skulu boða kommununi frá, um tey hava tørv á, at barn teirra kemur á stovn í næstu viku, tvs. tíðarskeiðið 20.-24. apríl.
Tilmeldingarskjal er tøkt á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo (sí leinki...). Har verða foreldur eisini biðin um at upplýsa, hvørjar dagar tørvur er á, at barn teirra er á stovni og nær á degnum. Hetta so, at kommunan kann skipa tilboðið best møguligt.
Væntandi verður nýggj tilmelding gjørd fyri tíðarskeiðið 27. apríl-1. mai 2020. Kunnað verður um tað seinni.
Foreldragjald
Væntandi verður dagstovnagjaldið fyri apríl endurgoldið foreldrunum. Málið kemur fyri á býráðsfundi síðst í apríl.
ráðleggingardagur 7 mai 2020
Góðu foreldur
Vit hava ráðleggingardag tann 7 mai 2020
i tí sambandi er stovnurin stongdur hendan dagin
Vinarliga.
Mirjam Johannesen, leiðari
Hygg her
Hey aftur, góðu foreldur.
Ásannandi at fnat midan kann liva upp til 4 døgn uttanfyri kroppin, fara vit at heita á tykkum at:
- Tøma garderoburnar ídag, fríggjadag 28. feb og taka alt við til hús!!!!.
- Tá tit koma aftur mánamorgunin, ynskja vit at tit hava koyrt tey neyðugu skiftiklæðini hjá tínum barnið í ein plastikposa posa við eini klemmu á, so tit á tann hátt tryggja tykkum at fnat-midan ikki ferðast ímillum garderobur.
- Sum sagt so skulu tit taka alt úr garderobuni, men vit biðja tykkum tó ikki um at koyra draktina og regnklæðini í posa mánadagin, hetta fyri tað fyrsta, tí drakt og regnklæði neyvan eru ein stórur smittuberi, tá hesi pløgg jú ikki liggja tætt inn at kroppin. Og hinvegin mugu vit eisini ásanna, at vit allíkavæl verða noydd til at hanga hesi klæði til turkingar, síð um síð, í tí dagliga.
Lat okkum taka lógvatak saman, so hesir óbodnu gestir ikki fáa góð livikor her hjá okkum.
Ein roynd er, í hvussu er at vit í eina tíð, hava klæðini hjá børnunum i hvør sínum posa
Midan doyr við 60 gradir, so vita tit tað J
Og einaferð enn, ikki tosað við børnini um hetta, soleiðis at tey blíva óneyðuga ørkymlaði.
Vinarliga.
Mirjam Johannesen, leiðari
felagsforeldrafundur 12. april
Góðu foreldur :-)
Hóskvøldið 12. Apríl kl. 19
verður felags foreldrafundur á skúlanum við Løgmannabreyt.
Hesin fundur er fyri fleiri dagstovnar her i grannalagnum.
Tað verður sálarfrøðingurin Kristian Eli Andersen, sum hevur ein fyrilestur fyri okkum við evninum:
"Hvussu kunnu vit skilja fyribrigdið, sjálvsálit, soleiðis at vit best fáa styrkt sálarheilsuna hjá børnum okkara?"
Í fyrilestrinum verður ein rúgva av ítøkiligum amboðum, sum bæði foreldur og starvsfólk kunnu brúka.
Hendan fyrilestur mugu tit hoyra!!
Vinarligast foreldraráðið og Mirjam.
Kunningarskriv
Skrivstovan tlf 287150/302430 |
Glæman 287120, Glottin 287130, |
Strálan 287140, Ljósið 287160 |
Mail adr Mirjamj@torshavn.fo, |
Heimasíðan www:solareygað.com |
Facebook síðan eitur: Dagstovnurin sólareygað |
Kunningarskriv fyrra hálvár 2018.
7. marts. Hendan dag hava vit ráðleggingardag um mentalisering.
Í hesum sambandi er stovnurin stongdur.
12. apríl. Felagsforeldrafundur kl. 19 ( evni verður kunngjørt seinni)
15. juni. Vit hava Summarfest, fyri børnunum á Ternuryggi, Undir Brúnni og Sólareygað. Í ár verður summarfestin hildin undir Brúnni.
í viku 29. 30 og 31 .hevur Tórshavnar kommuna bert ein stovn opnan fyri øllum børnunum i kommununi.
Júst hvør stovnur verður opin hetta tíðarskeiðið, verður avgjørt, tá man veit hvussu nógv børn hava tørv á plássinum hesar vikurnar.
Sigast skal at vit ynskja at vita nær barn tykkara heldur summarferiu, i seinasta lag síðst í apríl 2018. Nærri kunning um hetta seinni.
Vinarliga Mirjam Johannesen, leiðari
Kunning til øll foreldur i samb við verkfallið des 2017
Góðu foreldur.
Ja nú er verkfallið byrja hjá Føroya Pedagogfelag.
Í fyrstu atløgu fara leiðarin og varaleiðarin heim.
Soleiðis kemur hetta at ávirka tykkum:
Av tí at eg sum leiðari fari heim, er støðan tann:
-
at ongin avloysari kemur inn á stovurnar.
(Mannagongdin er nevniliga tann, at tá stovurnar mangla fólk, royna tey at klára seg fyrsta dag, næsta dag skaffar leiðslan avloysara)
Tit mugu tí vita at:
-
um so er at stovur mangla fólk vegna sjúku , eru starvsfólkini noydd at senda børn heim.
( vit byrja við at senda børn heim frá ovast á protokollini)
Um vit mangla eitt starvs fólk i vøggustovu , skulu vit hava 3 børn færri á stovuni.
Um vit mangla eitt starvsfólk i barnagarðsstovunum, skulu vit hava 5 børn færri á stovuni
Eitt vøggustovu starvsfólk “eigur” nevniliga 3 vøggubørn og eitt barnagarðs starvsfólk “eigur” 5 barnagarðsbørn.
Varaleiðarin Elsa Joensen, fer eisini i verkfall i morgin og kemur hetta fyrst og fremst at ávirka Ljósið, har Elsa arbeiðir, men teir dagar,har Elsa stongir stovuna, og tað tískil bert er ein “lukkari” eftir, ávirkar tað allan stovnini...Tað er nevniliga ikki loyvt bert at verða ein lukkari...
So longu i morgin, 12. 12. 17 tá Elsa saman við einum starvsfólki i vøggustovuni, eftir røttum skuldi stongja stovnin, merkja tit foreldur broytingina... Vit mugu nevniliga stongja kl 16.30, meðan tað enn eru meir enn eitt starvsfólk eftir á øllum stovninum.
Av tí at Elsa er tikin av skemanum eru hesar broytingar :
-
Týsdagin 12.des. Allur stovnurin stongir kl 16.30 ( ti Elsa er ein av tveimum, sum áttu at verða frá 16.30-17.
Tað er tó týdningarmikið, at tit eru innstilla tykkum uppá, at aðrar broytingar kunnu fyrikoma. Tað at vit ikki taka avloysara inn og ikki kunnu taka verkfalsrakt arbeiðið uppá okkum, viðførir at vit væntandi koma i tí støðu, at vit mugu senda børn heim.
Og um verkfallið verður hert meir, so henda sjálvsagt enn fleir aðrar broytingar.
Vinarliga leiðsla og álitisfólk
Myndatøka 2017
Martin Sirkovsky kemur at taka myndir her tann 2. nov kl 09.30
Og nú er klárt til at byrja tilmelda seg til myndatøku.
Tað kunnu foreldrini gera her:
http://bit.ly/solareygadmyndatoka
Vinarliga foreldraráðið .
Kunningarskriv heysti 2017
Skrivstovan 302430 el 287150
Glottin 287130, Strálan 287140
Ljósið 287160, Glæman 287120
t-post mirjamj@torshavn.fo, ,heimasiðan:.solareygad.com
Kunningarskriv fyri Dagstovnin Sólareygað fyri
seinnu hálvu 2017 .
Fríggjadagin 29. Sep. Ráðleggingardagur
Hendan dagin er stovnurin stongdur
Hósdagin 26. Okt. Kl 19 Felags foreldrafundur
Hósdagin 30. Nov. kl 15.30 -17 Foreldur og børn gera jóladekorationir.
Fríggjadagin 8. Des. kl. 15 til 18. Jólahugni, jólatræð, lucia.
Vit hava stongt millum jóla og nýttár, men ein stovnur i Tórshavnar kommunu er opin hesar dagar.
Vinarliga Mirjam Johannesen, leiðari.
Ráðleggingardagur
Góðu foreldur.
Í samband við, at vit hava
ráðleggingardag
mánadagin tann 29.maj 2017,
so hava vit stongt hendan dagin.
Hesuferð hava vit hava valt, at fáa Kitty May Ellefsen at leiða dagin fyri okkum. Hon fer m.a. at kunna okkum um Positiva sálarfrøði og treytir fyri motivatión og trivnað.
Hetta verður heilt vist spennandi.
Vinarliga
Mirjam Johannesen, leiðari.
Vit hugsa um okkara umhvørvið
Góðu foreldur
Í samband við at vit og Tórshavnar kommuna sum heild hevur fokus á umhvørvi í hesum døgum, hava vit valt at gera nøkur átøk, til frama fyri at verja umhvørvið.
OKKARA FYRSTA MÁL ER AT BRÚKA MINNI PLASTIK!
Tad inniber at :
-
Øll børnini hava ídag fingið hvør sín ryggsekk til skitin klæðir.
Hesin ryggsekkur skal so ferðast imillum stovn og heim....og tað er sera týdningarmikið at tit minnast til at koma aftur við honum hvønn dag!!
-
Vit hava tikið teir bláu skógvarnar burtur..... so ístaðin fyri at tit lata tykkum í plastik- skógvar, verða tit biðin um at lata tykkum úr skónum, tá tit koma við og heinta tykkara børn.
“Vit hava jú bara jørðina til láns frá okkara forfedrum og mugu tí varðveita hana væl til okkara børn.”
Vónandi taka tit væl ímóti hesum átøkum.
Vinarliga starvsfólk í Dagstovninum Sólareygað.
Sera áhugaverdur felags foreldrafundur 17. Mai. :-)
Góðu foreldur
Vit vilja ynskja tykkum vælkomin til ársins felags foreldrafund, har Anne Brodersen og Mads Brodersen fara at halda fyrilestur fyri okkum um hvønn týdning rørslur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað.
Anna Brodersen hevur millum annað skrivað bøkurnar “Grundmotorik” og “Brug din krop” og staðið á odda fyri stóru donsku kanningini “Tidligere indsats”.
Mads Brodersen hevur stovnað “Vends Motorik og Naturskole”. Mads er útbúgvin náttúruvegleiðari, motorikvegleiðari og hevur PD í ungdomsnámsfrøði. Hann hevur meira enn 20 ára royndir innan sítt økið og innan sosiala og almenna námsfrøði, har hann brúkar náttúruna sum amboð.
Dato: 17 mai 2017
Kl.: 19 – 21
Stað: Skúlin við Løgmannabreyt
Vit gleða okkum at síggja tykkum
Vinaliga heilsan Leiðararnir
Uppskrift uppá mandlur í ovn
Eftir áheitan frá nógvum foreldrum, leggi eg " uppskriftina" uppá mandlir í ovn.
tað eru nógvir ymiskir mátar at gera hetta, her er so tann mátin eg plagi at gera.:
Mandlur í ovn.
Legg mandlurnar á blot, í heitt kóka vatn.
Koyr salt í vatni.
Lat mandlurnar liggja i vatninum í ca. hálvan tíma.
Lat vatni síðani renna frá.
Mandlurnar og t.d. græskarkjarnur, sesamfrø og sólkjarnur verða lagdar á eina bakarovns skuffu.
Kryddra væl við grovum salti, hvítleyk salti og t.d oregano.
Bakast í ovni á 130 gr í uml ein tíma til 1 ½ tíma. ( til mandlurnar eru broysknar)
Sker dadlur í smærri bitar og vend tað í, tá nøturnar eru kølnaðar.
Væl gagnist
vh Mirjam Johannesen
Vit fylla 12 ár , hip hip hurra!!
Skrivstovan tlf 302430/287150
Mail mirjamj@torshavn.fo
Glæman tlf 287120 , Strálan 287140
Glottin 287130 Ljósið 287160
Góðu foreldur!
Fríggjamorgunin 24. Feb halda vit
12 ára føðingardag.
Vit hava morgunmat sum vanligt, men gera tó meira burturúrJ
Morgunmaturin er frá kl 07.45 til kl 09. 30.
09.30 fara vit uppá gólv og øll foreldur eru vælkomin við.
Vit fara at kvøða :
-
8 vers av Sigmundskvæðinum
-
Burtur á heiði.
-
Veturin kom við kulda og kava.
hvussu fáa tit fatur í okkum?
Soleiðs fáa tit fatur í okkum ::
Skrivstovan: 302430/ 287150,
Glæman: ( vøggustova) 287120
Glottin: (barnagarður) 287130
Strálan : ( vøggustova) 287140
Ljósið: ( barnagarður) 287160
Okkara heimasíða er: www.solareygað.com
Okkara mail adr er: mirjamj@torshavn.fo
Okkara facebook síða eitur : Dagstovnurin Sólareygað,
(Um tit ynskja at fylgja við har, mugu tit inn á dáma síðuuna fyrst :-)
Vinarliga Mirjam Johannesen, leiðari.
Jókadekoratiónir
Góðu foreldur.
Hósdagin 26.nov.
ímillum kl 15. og 16.45.
hava vit tí árligu hugnaløtuna,har tit fáa høvi at gera eina jóladekoratión, saman við tykkara barnið.
Vit hava gran, leir og ymiskt pynt úr náttúruni.
og tit mugu minnast til at hava eina skál at gera dekoratiónina á og stearinljós.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
PS: Tað ber bert til at gera eina dekoratión til hvørt barnið ,sum gongur i Sólareygað.
Vinarliga starvsfólkini
Kunningarskriv heyst 2015
Kunningarskriv til foreldrini.
21. oktober. Kl. 19 Felags foreldra fundur. Vit møtast úti á Flognum eina løtu har vit m.a tosa um okkara kostpolitik og Poula Eidesgaard kemur i stuttum at greiða frá matspillu. Aftaná fara vit inn á heimastovurnar, har starvsfólki greiða tykkum foreldrum frá hvat tey arbeiða við inni á stovunum.
27 okt. Kl. 09.30. Amy og Eydna koma at taka felagsmyndir. Ikki einstaklinamyndir!
9. november. Vit hava ráðleggingardag og í ti sambandi er stovnurin stongdur.
26. november. Vit gera jóladekoratiónir.( nærri kunning seinni).
16. desember Jólahald frá kl 16. Lucia, sjónleikur o a.
Sólareygað hevur stongt ímillum jóla og nýttár, men ein stovnur í Tórshavnar kommunu er opin. Í ár er tað so Býlingshúsið í Maritugøtu, sum hevur opið. Nærri kunning um hetta seinni.
Hvussu fáa tit fatur í okkum?
Mail. adr mirjamj@torshavn.fo
heimasíðan: www.solareygad.com
Vit hava somuleiðis eina síðu á Facebook, sum kallast : Dagstovnurin Sólareygað,
(um tit ynskja at fylgja við har eisini, mugu tit fara inn at dáma síðunaJ)
Tórshavnar kommuna hevur broyttar avtalur í mun til telefonhald. Tí fara tey í næstum at taka IP telefonirnar niður (tað eru tær sum byrja við 30) og ístaðin koma vit at brúka fartelefonir... Men so leingi IP telefonirnar virka, aktivera vit ikki fartelefonirnar á stovunum.
Okkara núverandi og komandi telefonnummur:
Skrivstovan: 302430/ 287150,
Ljósið: 302439/ verður í næstum broytt til 287160
Glottin: 302440/ verður í næstum broytt til 287160
Glæman: 302441/ verður í næstum broytt til 287161
Strálan : 302442/ verður í næstum broytt til 287161
Vinarliga Mirjam Johannesen, leiðari.
Millummálin vika 9, 10, 11 og 12. Mars 2016
Matarætlan fyri mars 2016
Vika 9. Ljósið
Havragrýn
Aspargessuppa v/flutes
Rugbreyð v/smyrjiost
Bakað eplir, gularøtur og broccoli
Bollar
Vika 10. Glottin
Havragrýn
Tomatsuppa v/fullkornsskrúvum
Rugbreyð v/ost og piparfrukt
Bakað eplir, gularøtur, og broccolli
Bollar
Vika 11. Glæman
Rugfras
Fesk súpan v/kjøt-og mjølbollum og suppuhornum
Kanelbreyð
Jogurt v/melón og súreplum
Bollar
Vika 12. Strálan
Havragrýn
Knekkbreyð v/rosinum
Aspargessuppa v/fullkornsflutes
Rugbreyð v/smyrjiost
Pastasalat v/skinkustrimlum og majs
Millummálin viku 45,46,47 og 48
Til tykkara kunning fara vit framyvir at leggja skránna fyri millummálan inn á hesa síðuna.:-)
Vika 45 :
2. nov.: Blanda kornflakes og havragrýn.
3. nov.: Asparges suppa v fuldkorns flute
4. nov.: Jogurth v mysli
5. nov.: Rugtrýkantar
6. nov.: Grahamsbollar
Viku 46.
9. nov: Ráðleggingardagur
10.nov.: Kanel breyð.
11. nov: Blanda kornflakes og havragrýn.
12. nov.: Havragrýns bollar v pikant smyrjiost
13. nov : Eplir og gularøtur í ovn.
Vika 47.
16. nov: Havragrýn og rosinur
17. nov. : Pylsubreyð
18. nov.: Knekk breyð v frukt
19. nov.: tomatsuppa v fullkorns skrúum
20. nov.: Fullkorns bollar
Vika 48:
23. nov Kornflakes og havragrýn, blanda
24. nov. Sandvich bolla v ost og agurk
25. nov. Rugbreyð v frukt
26. nov. Kanel/surelplabreyð v rosinum á...
27. nov. Eplir , gularøtur og broccoli i ovn
Millummálin viku 41,42,43 og 44
Til tykkara kunning fara vit framyvir at leggja skránna fyri millummálan inn á hesa síðuna.:-)
05.okt Havragrýn
6. okt. Aspargerssuppu v grov flute
7.okt. Rugbreyð v smyrjiost
8 okt. Kanelbreyð
9. okt Fuldkorns bollar
12. okt Kornflakesog havragryn blanda saman
13. okt Rugbreyð v livradeiggj og agurk
14. okt Eplir , gularøtur, agurk
15. okt. Jogurth v melón
16. okt. Grahams bollar
19. okt. Rugfras
20. okt. Knekkbreyð v frukt
21. okt pizzasniglar
22. okt. Rug trýkantar
23. okt. Grovbollar
26. okt Havragrýn
27. okt. Tomatsuppa v fultkorns skrúum
28. okt Rugbreyð v ost og piparfrukt
29. okt Eplir , gularøtur og broccoli
30. okt Gularóta bollar
Vit eru á facebook!!!
Nú eru vit eisini a Facebook. finn síðuna " dagstovnurin Sólareygað", Trýst á dáma og tú ert við! Bjóda síðani ommu og abba og øðrum áhugaðum við :-)
Uppskrift
Grýturættur 4-6 fólk
Ca.1 kg kjøt
1 leyk
2 tsk karry
2 tsk paprika
2 tsk chili
2 oksaterningar
1 bl ananas
1 bl majs
1 bl konc. tomatpuré
1 pk róma ( 2,5 dl )
Svitsa kjøtið og koyr so alt í uttan majs og ananas og lat kókað eina løtu ,hita majs og ananas´í grýtuni til síst.
Rís og flutes afturvið , vælgagnist :)
Total Solar eclipse
Góðu foreldur nú styttist til
20 marts, og harvið til fulla sólarmyrking í Føroyum.
Hjá okkum verða ongin børn hendan dagin , øll hava frí.
Børnini gleða seg sera nógv til hesa stórfingnu hending og vit vóna øll, at sólin fer at vísa seg frá síni allarbestu síðu .:-)
Kringvarpi við Finnur Koba hevur verið heruppi og tosa við fleira av teim elstu børnunum... Har børrnini hava tosa um fyribrigdi og víst hvat vit hava gjørt i samband við sólarmyrkingina. Hetta verður víst fyrrapartin á sjálvum sólarmyrkingar degnum..
Total Solare clipse
Góðu foreldur nú styttist til
20 marts, og harvið til fulla sólarmyrking í Føroyum.
Henda dag, tá ið meira enn 8000 fólk valfarta til Føroyar, fyri at uppliva Total Solar Eclipse 2015, er Dagstovnurin Sólareygað og aðrir dagstovnar i TK opnir, sum vanligt.J
Eg fari tó at heita á tykkum foreldur, ið kunna vera saman við tykkara børnum, henda fyrrapart - um at vera tað.
Grundin til hesa áheitan, er fyrst og fremst at tað er sera umráðandi at verja eyguni, í meðan sólarmyrkingin stendur uppá (frá 8:38:50 til 10:47:38)... Ja tað er so týdningarmikið, at um ein starir at sólini, uttan verndarbrillur, kann ein missa sjónina beinanvegin.
Sum leiðari haldi eg, at tað er ein sera stór arbeiðsuppgáva, at leggja á míni starvsfólk, at tey hava ábyrgdina av, at børnini í Sólareygað hava verndarbrillur á, alt tíðarskeiðið, ið sólarmyrkingin stendur uppá (vit tosa um meira enn 2 tímar.)
Brot úr faldara:“Fólk, sum hava sæð eina fulla sólarmyrking, tá ið klárt er í veðrinum, vita at siga, at talan er um stórbæra uppliving. Sagt verður at nógv fólk verða stórliga rørd av hendingini, helst tí at mannalívið hesa løtu verður sett í perspektiv.”
“Tað er ógvuliga umráðandi at verja eyguni, tá ið sólarmyrking er. Hygg altíð at fyribrigdinum ígjøgnum góðkendar verndarbrillur. Star ikki at sólini við berum eygum og hygg aldri at sólini í kikara, tí tá kanst tú missa sjónina beinanvegin. Bara meðan myrkingin er full, er ráðiligt at eygleiða fyribrigdið við berum eygum. ”
“Myrkingin byrjar við, at rondin á mánanum kemur inn yvir sólskivuna. Í Havn verður tað 8:38:50 hetta verður nevnt fyrsta kontakt..... Klokkan 10:47:38 er mánin aftur leysur av sóleyganum – og myrkingin er av.”
Sum sagt, so hava vit opið sum vanligt. Og eg veit væl, at ikki øll foreldur hava møguleika at hava frí. Tó vanti eg, at ein stórur partur av børnunum verða heima henda morgun, og tað fer at lætta um ábyrgdina, hjá mínum starvsfólkum J
Fyri at eg kann gera skema fyri hendan dagin, má eg vita nágreiniliga hvørji børn koma.
Fyllið tí niðanfyri standandi lepa út og latið stovuni hann aftur, áðrenn fríggjadagin 13.marts.
Vinarliga Mirjam Johannesen , leiðari J
Klipp lepan av her og set ein kross_ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ __ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _
Navn á barnið: Barnið kemur sum vanligt Barnið kemur aftaná kl. 11 Barnið frí___
_______________________________________________________________________________________
Barnaútvarpið v Jonnu fritsdóttir Joensen
Barnaútvarpið
9. marts
Ídag var barnaútvarpið og vitjaði okkum, tað var Jonna sum kom niðan at práta við nøkur av okkara børnum um td sangin “ Másin sigur pli pli pli”
Hendan sendingin verður send i barnaútvarpið fyrstu ferð mánamorgunin 2. marts
Tey sum vóru og tosaðu og sungu fyri Jonnu vóru:
Nichala, Elin; Fróði, Jógvan, Hildur, Unnur, Armgarð, Bjørt og Anna Sofía.
Vh Annika, Ingun og Mirjam
Kunningarskriv 09.feb
Dagstovnurin Sólareygað fyllur 10 ár í jan/feb 2015.
Í tí sambandi hava vit okkurt serligt hvønn dag í viku 7 .
Mánadag 09.02
Kl 07.30 til 09.30 Felags morgunmat fyri børn og foreldur.
Kl 08. 00 . Børn úr kommunuskúlanum koma at framføra 3 sangir.
Kl 09.45: Ævintýrferðin verður sýnd fyri okkara børnum
Týsdag 10.02:
Vit bjóða Ternuryggi og Undir Brúnni til sjonleikin Klintrimús , sum okkara 6 ára gomlu Pisur fara at framføra
Mikudag 11.02:
Kl 10 Rógvi Dam kemur at fortelja søgur fyri okkara børnum.
Hósdag 12.02:
Kl 10: Starvsfólk/ vit spæla sjónleik og dansa fyri okkara børnum
Fríggjadag 13.feb.
Opið hús við morgunmati... frá kl 09 til kl 12.
Tit,sum vit á ein ella annan hátt samstarva við, eru hjartaliga vælkomin.
Kl 10. Okkara børn syngja 3 sangir.
Kl 10.30 Døgg Nónsgjógv og Allan koma at syngja
Vit gleða okkum sera nógv
Vinarliga
Mirjam Johannesen tlf 302430/287150, Ljósið 302439, Glottin 302440, Glæman 302441, Strálan 302442
foreldrafundur , 6. nov.
Felags foreldrafundur
Hóskvøldið 6. nov kkl 19.00 emur Bjørghild Djurhuus at halda ein fyrilestur fyri okkum, sum kallast:
Eru vit fyrimyndir?
Eftir áhugaverda fyrilesturin og kjaki fara vit at velja foreldra ráð....
Vit gleða okkum at siggja nógv foreldur
Boð til foreldur
Felagsmorgunmaturin:
Felagsmorgunmaturin byrjar ikki aftur fyrrenn eftir heystferiuna.
Morgunmaturin er frá kl 07.45 til 09.00 ( kl 09.15 verður rudda av)
Hvønn fríggjamorgun kl 09.30 møtast børn og starvsfólk á Flognum til eina felags sangløtu.
Vit hava valt at navngeva okkara barnabólkar soleiðis :
Gimsteinar: tey yngstur vøggubørnini. Hesi skulu vit taka hánd um eins og gimsteinar, so teir kunnu mennast og fáa rúm og møguleikar at mennast optimalt.
Rúmdarsteinar: tey eldru vøggubørnini… Hesi skulu hava møguleikar útfrá tryggum karmum at fara út í rúmdina, fyri at kanna hvat hendir úti i stóru verð..
Halastørnur – 3 ára gomul: Sum 3 ára gamal, er gott at kunna vera hali, og hava møguleikar at eygleiða hini.
Gongustjørnur – 4 ára gomul: Sum 4 ára gamal, eru børn tilreiðar á egnum beinum at ganga og uppliva ymiskt.
Stjørnuskot – 5 ára gomul: Sum 5 ára gomul, gerast klár/búgvin til at skjótast víðari inn í lívið. Gerast klár til at klekjast út sum pisur.
Pisur - 6 ára gomul: Sum 6 ára gamal ert tú vorðin ein sjálvbjargin og búgvin granskari, sum við forvitni ynskir at sleppa á eina læruríka kanningarferð, saman við øðrum granskarum .
vinarliga vit øll, her har sólin skal verma barna-sálina……. ……….
Sólljósið, Sólglæman, Sólglottin, Sólstrálan :-)